KÍ-fjepparar í Molde: Til Molde við ommu

KÍ-fjepparar í Molde: Til Molde við ommu
Fleiri KÍ-fjepparar eru í Molde, og spenningurin er í hásæti undan avgerandi dystinum millum Molde FK og KÍ í kvøld.
Kalli Váðklett er farin til Molde við ommu síni at rópa á KÍ.
 
15.08.2023 - 10:55

Spenningurin er øgiligur, nú dysturin millum KÍ og Molde FK nærkast. Ongantíð áður hevur eitt føroyskt lið spælt seg so langt í Champions League-kappingini, sum eisini er sterkasta fótbóltskappingin í heiminum. 

Og tað er eisini spenningur millum teir mongu fjeppararnar, sum hava lagt leiðina til Noregs.  

Millum mongu fjeppararnar er eitt nú Kalli Váðklett, sum er einasti fjeppari við sermerktu, grønu spælaratroyggjuni hjá tí annars bláa liðnum. Hann er farin til Molde við ommu síni, og hann gleðir seg, til dysturin verður bríkslaður í gongd. 

15082023_Kalli_NET

 

80 ár millum yngsta og elsta fjepparan

Sambært Molde FK vera gott og væl 9.600 áskoðarar til dystin í kvøld, og øll áskoðaraplássini hjá KÍ eru seld. 

Tvey full flogfør eru farin úr Føroyum við spentum fótbóltsáskoðarum í øllum aldri.

Lítla Anna Maria Rasmussen er við sínum sjey mánaðum helst yngsti KÍ-fjepparin, sum verður at finna á Aker Stadium í Molde í kvøld.  Meðan 81 ára gamli Jákup Ziskason er elstur í ferðalagnum: 

15082023_ung_og_gamal_NET

 

Beinleiðis í sjónvarpinum

Dysturin verður bríkslaður í gongd klokkan 18.00. Kringvarpið vísir dystin beinleiðis í sjónvarpinum, og vit byrja at senda klokkan 17.50.

Hetta merkir eisini, at Dagur og vika er á skrá fyrr enn vanligt. Í kvøld byrjar Dagur og vika klokkan 17.30. 

Gev eisini gætur, at Kringvarpið einans hevur rættindi at vísa dystin i Føroyum. 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Fríggjadag 6. november
RagnarRokk: Fernando Ribeiro um Far From God
215799
Hósdag 5. november
RagnarRokk 5.november 2026
215048
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 6. november
Dagur og vika - teknmálstulkað
216011
Hósdag 5. november
Veðrið
215981
Hósdag 5. november
Talvið um Tinganes (1:2)
215911
Mikudag 4. november
Hondbóltur: Føroyar - Kosovo
215928
Mikudag 4. november
Dagur og vika - teknmálstulkað
215890