Ov nógvir valmøguleikar og ov høgar væntanir ávirka sálarheilsuna hjá ungum

Ov nógvir valmøguleikar og ov høgar væntanir ávirka sálarheilsuna hjá ungum
Føroysk ung uppliva endaleysar valmøguleikar og órealistiskar væntanir sum nakað, ið ávirkar teira sálarheilsu neiliga, vísir kanning hjá Fólkaheilsustýrinum
Ov nógvir valmøguleikar hava neiliga ávirkan á sálarheilsuna hjá ungu føroyingum, vísir kanning
Mynd: Shutterstock.com  
 
17.08.2023 - 15:49

Ov nógvir valmøguleikar og ov høgar væntanir hava neiliga ávirkan á sálarheilsuna hjá ungum 

Tað eru tvær av niðurstøðunum í eini kvalitativari kanning um sálarheilsuna hjá ungum føroyingum, ið er gjørd fyri Fólkaheilsustýrið í 2019. 

Ein av teimum, sum hevur verið við til at gera kanningina, er Monika Mohr, fulltrúi hjá Fólkaheilsustýrinum.

Monika_Mohr_170823

Úrslitini frá fólkaheilsukanningini hjá Fólkaheilsuráðnum í 2019 vístu millum annað, at tað serliga eru ung millum 18-34 ár, ið meta seg hava ringastu sálarligu heilsuna. 

Ein onnur niðurstøða í kanningini er, at avmarkingarnar av at búgva í einum lítlum samfelag sum tað føroyska ávirkar eisini sálarheilsuna. Hesar avmarkingarnar snúgva seg millum annað um, hvørjar útbúgvingar hóska til arbeiðsmøguleikar á heimstaðinum, serliga uttanfyri miðstaðarøkið.

Monika Mohr, Vár Honnudóttir, Magni Mohr og Annika Helgadóttir Davidsen hava gjørt kanningina.

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Fríggjadag 6. november
Vikuskiftið 6 nov 2026
216044
Fríggjadag 6. november
Eitt korter við jazzi 5. november 2026
216040
Fríggjadag 6. november
LEITISSTEIN 06.11.2026 (Benjamin Rajani)
216031
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 6. november
Veðrið
216045
Fríggjadag 6. november
Dagur og vika - teknmálstulkað
216011
Hósdag 5. november
Veðrið
215981
Hósdag 5. november
Talvið um Tinganes (1:2)
215911
Mikudag 4. november
Hondbóltur: Føroyar - Kosovo
215928