Alsamt fleiri næmingar verða knýttir at serskúlatilboðum

Alsamt fleiri næmingar verða knýttir at serskúlatilboðum
"Øll megna ikki vanliga fólkaskúlan," sigur Saula Manai, leiðari fyri Lopfjølini í Havn, nú talið av næmingum í serskúlatilboðum, vegna høga fráveru, er vaksandi
Støðugt fleiri børn enda í serskúlatilboðum, tí tey líða undir skúlaaftran
Mynd: Bjarni Árting Rubeksen  
 
18.08.2023 - 11:54

"Øll vilja ganga í einum vanligum fólkaskúla, men ikki øll megna tað," sigur Saula Manai, leiðari á Margarinfabrikkini, sum er karmur um skúlatilboðið Lopfjølin.

Lopfjølin er eitt námsfrøðiligt skúlatilboð fyri ung í framhaldsdeild, sum av ymiskum orsøkum ikki trívast í fólkaskúlanum við flokkum á 24 og uppeftir.

Seinastu tíggju árini eru næmingar í tilboðnum Lopfjølin vaksið úr tveimum í tíggju næmingar.

Undirvísingin í Lopfjølini er í størri mun tillagaði einstaka næminginum. 

Saula_Manai_180823
 
Eisini í Runavíkar Kommunuskúla hava tey tilboð til tey, sum ikki trívast í vanligum fólkaskúla. 

Støðin kallast tilboðið, ið bleiv sett á stovn sum eitt royndarvirksemi, tá næmingatalið við høgari fráveru byrjaði at veksa. 

Støðin er í einum bygningi fyri seg, sum liggur tætt við skúlan.

Næmingarnir í Støðini eru næmingar, sum hava eina ávísa fráveru í skúlanum, áðrenn teir byrja í Støðini. 

Jónleif Johannesen er varaskúlastjóri í Runavíkar Kommunuskúla.

Jonleif_Johannessen_180823

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mikudag 11. november
Eg kendi meg sum greinina
216035
Mikudag 11. november
Eitt stjørnuskot so vakurt
216071
Týsdag 10. november
Ung lesa 2 - 1. partur
216206
Týsdag 10. november
Tekstur til tónleik: Salt
216132
Týsdag 10. november
Áin (brot)
216037
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 15. november
Eitt dýpi av dýrari tíð 2:2
216214
Leygardag 14. november
Eitt dýpi av dýrari tíð (1:2)
216213
Týsdag 10. november
Veðrið
216210
Mánadag 9. november
Veðrið
216154
Sunnudag 8. november
Bygdarlív 3 - Skálavík
216096