800.000 kr. játtaðar til grønmetisframleiðslu

800.000 kr. játtaðar til grønmetisframleiðslu
Endamálið við játtanini er at økja um vitan, royndir og kunnleika, sum kunnu vera við til at menna framleiðsluna av dygdargóðum grønmeti, sum verður framleitt í Føroyum
 
18.08.2023 - 15:10

Løgtingið hevur játtað 800.000 krónur til at stuðla grønmetisframleiðslu í Føroyum.

Endamálið við játtanini er at økja um vitan, royndir og kunnleika, sum kunnu vera við til at menna framleiðsluna av dygdargóðum grønmeti, sum verður framleitt í Føroyum.

Stuðulin kann veitast einstaklingum, feløgum og felagsskapum.

Agurk veltan spískamarið grønmeti

Caption: 
Í rakstrarhúsinum hjá Veltuni vuksu eisini agurkir.

Lýst varð alment eftir umsóknum, og tá ið freistin var farin, vóru seks umsóknir komnar inn og søkt var um tilsamans 1.299.531 krónur

Tey sum fingu stuðul vóru:

  • Biofar, sum kannar, hvussu skaðin, sum kálflugan hevur á grønmetisframleiðslu í Føroyum - í hesum føri á røtur - kann avmarkast.
  • Poul A. í Homrum, sum veltir epli við bara at brúka biotøð sum føðsluevni.
  • Veltan, Grøni háskúlin og Búnaðarstovan: sum søktu um stuðul at seta gartnara el. tíl, sum kann ráðgeva innan grønmetisframleiðslu, og at fáa gongd aftur á virksemið hjá Veltuni á Sandi. 
  • Heri Guttesen, sum fer undir hydro-ponics-framleiðslu í einum fjósi.
  • Hans Poulsen, sum fer at dyrka jarðkneysar.
  • Gestur Hovgaard, Búgvi Matras Kristiansen og Teitur Árnason Dahl, sum fara at seta gongd á vinnuliga grønmetisframleiðslu við eplum og rótum í Fugloy.
Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mikudag 11. november
Eg kendi meg sum greinina
216035
Mikudag 11. november
Eitt stjørnuskot so vakurt
216071
Týsdag 10. november
Ung lesa 2 - 1. partur
216206
Týsdag 10. november
Tekstur til tónleik: Salt
216132
Týsdag 10. november
Áin (brot)
216037
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 15. november
Eitt dýpi av dýrari tíð 2:2
216214
Leygardag 14. november
Eitt dýpi av dýrari tíð (1:2)
216213
Týsdag 10. november
Veðrið
216210
Mánadag 9. november
Veðrið
216154
Sunnudag 8. november
Bygdarlív 3 - Skálavík
216096