- Tíðindi, mentan og ítróttur
23 verkætlanir á útoyggj fingið stuðul
23 verkætlanir á útoyggj fingið stuðul
Tilsamans 1,1 mió. kr. vóru latnar í ár. Stuðulin er 10.000 kr, upp í 300.000 kr.

Felagshús til Skúvoyar Fornminnisfelag, sum stendur miðskeiðis í bygdini, hevur fingið stuðul
Mynd: Útoyggjafelagið
21.08.2023 - 09:22
23 verkætlanir hava fingið útoyggjastuðul, tilsamans 1,1 mió. kr.
27 umsóknir vóru.
Flestu verkætlanirnar eru um bygningar, sum skulu umvælast, dagførast og viðlíkahaldast.
Men verkætlanir eru eisini um mál og mentan.
Útoyggjarnar eru Fugloy, Svínoy, Kalsoy, Mykines, Hestur, Koltur, Skúgvoy og Stóra Dímun.
Stuðulin er 10.000 krónur upp í 300.000 krónur.
Útoyggjafelagið fær 300.000 kr.
| Verkætlan | Upphædd (kr.) |
| Útoyggjafelagið | 300.000 |
| Bakkahjallur í Hattarvík | 60.000 |
| Neysti niðri á bakka í Hattarvík (framhald) | 25.000 |
| Pakkhúsið, Listabýlið, Atelier v. m. í Hattarvík (framhald) | 40.000 |
| KERLON – byggja tvey neyst uppaftur í Hattarvík (framhald) | 25.000 |
| Umvæling av hoyggjhúsi í Fugloy | 20.000 |
| Vakstrarhús til grønmetisframleiðslu í Hattarvík | 16.000 |
| Vakstrarhús til framleiðslu á Kirkju (framhald) | 25.000 |
| Umvæling og viðlíkahald av úthúsum á Kirkju (framhald) | 10.000 |
| Verkætlanin Multi-høli á Kirkju | 50.000 |
| Umvæling av roykstovuvegginum í Mittúni á Kirkju | 20.000 |
| Sláturhølið í Svínoy (framhald) | 25.000 |
| Orku- og aquaphonics vakstrarhús í Svínoy (framhald) | 50.000 |
| Garðurin á Stórheygnum í Svínoy (framhald) | 20.000 |
| Bátasavn og bygdahús í Svínoy (framhald) | 40.000 |
| Umvæling av 90 ára gamla útisvimjihylinum í Svínoy | 75.000 |
| Neystagrundirnar yviri við Eiðið í Svínoy | 50.000 |
| Fjósið á Blankskálagarði á Syðradali | 60.000 |
| Felagið staðarnøvn | 22.000 |
| Felagshús til Skúvoyar Fornminnisfelag | 80.000 |
| “Mini” Closed for Maintenance í Skúvoy | 21.000 |
| Málskeið í enskum til ferðaleiðarar í Skúvoy | 16.000 |
| Útbúnaður og dagføringar í Framleiðsluhúsinum í Dímun | 50.000 |
| Tilsamans | 1,1 mió. kr |
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV

























