Runavíkar kommuna fær álvarsliga átalu

Runavíkar kommuna fær álvarsliga átalu
Løgtingsins umboðsmaðurin hevur viðgjørt eina klagu um drúgva málsviðgerðartíð og vantandi kunning frá Runavíkar kommunu í sambandi við eina umsókn um byggiloyvi til neyst
Hanna Vang, løgtingsins umboðsmaður
Mynd: Bjarni Árting Rubeksen  
 
21.08.2023 - 15:21

Løgtingsins umboðsmaður gevur Runarvíkar Kommunu eina sera álvarliga átalu. 

Umboðsmaðurin hevur viðgjørt eina klagu um drúgva málsviðgerðartíð og vantandi kunning frá Runavíkar kommunu í sambandi við eina umsókn um byggiloyvi til eitt neyst. 

Umboðsmaðurin heldur tað vera sera átaluvert, at Runavíkar kommuna, hóast álvarsliga átalu í september 2022, í juni 2023 enn ikki hevði viðgjørt umsóknina um byggiloyvið til neystið.

Tað er átaluvert, at Runavíkar kommuna hevur gjørdi meira fyri at kunna klagaran um støðuna við máli hansara, og nær ein avgerð kann væntast. 

Umboðsmaðurin hevur tí givið Runavíkar kommunu eina sera álvarsliga átalu fyri hetta og hevur set fráboðanina um málið til løgtingið, løgmann og landsstýrismannin í kommunumálum.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Sunnudag 5. juli
Tónleikur í 13 øldir (1:10)
210355
Sunnudag 5. juli
Søgan um Johnny Cash 1.partur
210479
Leygardag 4. juli
HM-tíðindi 4. juli 2026
210516
Leygardag 4. juli
Radio Stjernekilde - Partur 7
209133
Nýggjastu sendingar í SV
Leygardag 4. juli
Fjarðastevna 2026: 5mf kvinnur
210528
Leygardag 4. juli
Fjarðastevna 2026: 10mf
210525
Leygardag 4. juli
Fjarðastevna 2026: 5mf gentur 17-18
210523
Leygardag 4. juli
Fjarðastevna: 6mf kvinnur
210522
Leygardag 4. juli
Fjarðastevna 2026: 5mf dreingir 17-18
210521