Plássbílegging á Kalsoyarleiðini

Plássbílegging á Kalsoyarleiðini
Nú Sam er farin á beding í tríggjar vikur, og Erla Kongsdóttir avloysir á Kalsoyarleiðini, verður plássbíleggingarskipan sett í verk á Kalsoyarleiðini
Erla Kongsdóttir røkir Kalsoyarleiðina næstu tríggjar vikurnar
Mynd: Savnsmynd  
 
21.08.2023 - 15:32

Strandferðslan setir plássbíleggingarskipanina í verk á Kalsoyarleiðini

Tá ið Sam í dag fer á beding í tríggjar vikur, avloysir Erla Kongsdóttir á Kalsoyarleiðini. 

Samstundis verður plássbíleggingarskipan sett í verk á Kalsoyarleiðini.

 

Fastbúgvandi eiga 10 pláss

Tíggju føst pláss eru sett av á hvørjum túri til fastbúgvandi í Kalsoynni og skulu hesi eins og áður nýta borgarakortið frá Klasvíkar kommunu. 

Tað er ikki neyðugt við plássbílegging til hesi plássini.

Plássbílegging til ferðafólk við Erlu Kongsdóttir kann gerast á heimasíðuni hjá Stranferðsluni. 

Tá ið Sam um tríggjar vikur kemur aftur í sigling á Kalsoyarleiðini, verður plássbíleggingarskipanin flutt yvir á Sam. 

Tó skulu ávísar fyrireikingar og tillagingar gerast fyrst, áðrenn skipanin verður sett í verk, m.a hvørji atlit skulu takast at teimum fastbúgvandi í Kalsoynni.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mikudag 11. november
Eg kendi meg sum greinina
216035
Mikudag 11. november
Eitt stjørnuskot so vakurt
216071
Týsdag 10. november
Ung lesa 2 - 1. partur
216206
Týsdag 10. november
Tekstur til tónleik: Salt
216132
Týsdag 10. november
Áin (brot)
216037
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 15. november
Eitt dýpi av dýrari tíð 2:2
216214
Leygardag 14. november
Eitt dýpi av dýrari tíð (1:2)
216213
Týsdag 10. november
Veðrið
216210
Mánadag 9. november
Veðrið
216154
Sunnudag 8. november
Bygdarlív 3 - Skálavík
216096