6.500 fleiri fólk seinastu 10 árini

6.500 fleiri fólk seinastu 10 árini
1. juli búðu 54.601 fólk í Føroyum
1. juli í ár búðu 609 fleiri fólk í Føroyum enn somu tíð í fjør. (Savnsmynd: Bjarni Árting Rubeksen)
 
22.08.2023 - 11:45

Fólkatalið í Føroyum er vaksið 14 prosent í 10 ár. 

1. juli í ár búðu 609 fleiri fólk í Føroyum enn 1. juli í fjør.

Fólkavøksturin er 1,1 prosent.

Vøksturin er nakað minni enn undanfarna tíðarskeið, skrivar Hagstovan.

 

Størri burðaravlop

Vøksturin seinasta árið kemur av burðaravlopinum, sum var 185 fólk, og nettoflytingini, sum var 424 fólk.

Samanborið við undanfarna tíðarskeið, er nettoflytingin minkað, meðan burðaravlopið er vaksið. 

Fólkavøkstur var í 19 av 29 kommunum frá 1. juli 2022 til 1. juli 2023.

Fólkavøksturin var størstur í Tórshavnar kommunu, Runavíkar kommunu og Klaksvíkar kommunu.

Hagstovan skrivar, at síðani fólkavøksturin byrjaði fyri okkurt um 10 árum síðani, er fólkatalið vaksið 6.500 fólk, sum er 14 prosent.

 

 

 

 


 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mikudag 11. november
Eg kendi meg sum greinina
216035
Mikudag 11. november
Eitt stjørnuskot so vakurt
216071
Týsdag 10. november
Ung lesa 2 - 1. partur
216206
Týsdag 10. november
Tekstur til tónleik: Salt
216132
Týsdag 10. november
Áin (brot)
216037
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 15. november
Eitt dýpi av dýrari tíð 2:2
216214
Leygardag 14. november
Eitt dýpi av dýrari tíð (1:2)
216213
Týsdag 10. november
Veðrið
216210
Mánadag 9. november
Veðrið
216154
Sunnudag 8. november
Bygdarlív 3 - Skálavík
216096