Fólkatalið: 3.200 fólk eru úr øðrum londum

Fólkatalið: 3.200 fólk eru úr øðrum londum
Tey flestu, 1.295, eru úr londum í Evropa, tað er úr øðrum londum enn Norðurlondum
1.juli búðu 54.601 fólk í Føroyum, men bara 51.396 teirra vóru danskir ríkisborgarar. (Savnsmynd: Hagstovan)
 
23.08.2023 - 08:23

Ikki øll, sum búgva í Føroyum, eru føroyingar, ella danskir ríkisborgarar.

1.juli búðu 54.601 fólk í Føroyum, men bara 51.396 teirra vóru danskir ríkisborgarar.

Danskir ríkisborgarar eru tí 94,1 prosent av fólkatalinum í Føroyum.

Tey 3.205 fólkini, sum eru úr øðrum londum.

Sambært Hagstovuni hava 93 fólk ókendan ríkisborgaraskap.

Tey flestu, 1.295, eru úr londum í Evropa, tað er úr øðrum londum enn Norðurlondum.

1.030 fólk eru úr Asia.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mikudag 11. november
Eitt stjørnuskot so vakurt
216071
Týsdag 10. november
Ung lesa 2 - 1. partur
216206
Týsdag 10. november
Tekstur til tónleik: Salt
216132
Týsdag 10. november
Áin (brot)
216037
Týsdag 10. november
Breddin: Málið um Bakkafrost
216187
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 15. november
Eitt dýpi av dýrari tíð 2:2
216214
Leygardag 14. november
Eitt dýpi av dýrari tíð (1:2)
216213
Týsdag 10. november
Veðrið
216210
Mánadag 9. november
Veðrið
216154
Sunnudag 8. november
Bygdarlív 3 - Skálavík
216096