20 næmingar í flokkinum næsta skúlaár

20 næmingar í flokkinum næsta skúlaár
Landsstýrismaðurin fekk fyrr í ár tilmæli frá arbeiðsbólki um at fáa børn at trívast, mennast og læra í fólkaskúlanum
Landsstýrismaðurin í útbúgvingarmálum ætlar, at í mesta lagi 20 næmingar skulu vera í hvørjum flokki næsta skúlaár. (Savnsmynd: Bjarni Árting Rubeksen)
 
23.08.2023 - 12:54

Tá ið næmingar fara í fólkaskúla aftur eftir summarfrítíðina næsta ár, skulu ikki fleiri enn 20 næmingar vera í hvørjum skúlaflokki.

Tað ætlar Djóni Nolsøe Joensen, landsstýrismaður í barna og útbúgvingarmálum.

Landsstýrismaðurin fekk fyrr í ár tilmæli frá arbeiðsbólki, sum er um at fáa børn at trívast, mennast og læra í fólkaskúlanum. 

 

Djóni Nolsøe Joensen, landsstýrismaður. 

 

Støðan síðstu sjey árini hevur annars verið, at talið á næmingum, sum hava tørv á serflokki, er trífaldað, og er nú 238. 

Arbeiðsbólkurin mælti til at játta meira pening til fólkaskúlan frá í summar, men enn er ikki komin stór játtan aftrat.

Næsta ár ætlar Djóni Nolsøe Joensen, at fólkaskúlin skal fáa munandi størrii játtan.

Hoyr innslag í útvarpstíðindunum:

 

23082023_Djoni_og_skulaflokkar

 

Allur Breddin kann hoyrast her,

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Fríggjadag 6. november
Vikuskiftið 6 nov 2026
216044
Fríggjadag 6. november
Eitt korter við jazzi 5. november 2026
216040
Fríggjadag 6. november
LEITISSTEIN 06.11.2026 (Benjamin Rajani)
216031
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 6. november
Veðrið
216045
Fríggjadag 6. november
Dagur og vika - teknmálstulkað
216011
Hósdag 5. november
Veðrið
215981
Hósdag 5. november
Talvið um Tinganes (1:2)
215911
Mikudag 4. november
Hondbóltur: Føroyar - Kosovo
215928