Fleiri skattakrónur til landið

Fleiri skattakrónur til landið
Talan er kortini bert um 13 milliónir kr. fleiri enn somu tíð í fjør, svarandi til 1,4 prosentstig. Kommunurnar hava fingið minni í skatti
 
01.10.2013 - 12:06

Landið hevur fyrstu níggju mánaðirnar í ár fingið 13 mió. krónur fleiri inn enn sama tíðarskeið í fjør. Tað vísir ein skattauppgerð hjá TAKS.

Landið hevur higartil í ár fingið 920 milliónir krónur inn í skatti, og sammett við í fjør er landsskatturin 1,4 % hægri enn um somu tíð í fjør.

Føroysku kommunurnar hava higartil fingið eitt vet minni í skatti fyrstu nýggju mánaðirnar í 2013 samanborið við sama tíðarskeið í fjør.

Kommunurnar hava higartil í ár samanlagt fingið eina milliard og 56 milliónir krónur inn í skatti, og hetta eru 6 milliónir krónur ella 0,6 % minni enn sama tíðarskeið í fjør.

Millum størru kommunurnar hava Klaksvíkar kommuna, Fuglafjarðar kommuna, Tvøroyrar kommuna, Vága kommuna framgongd, meðan eitt nú kommunurnar við Skálafjørðin og Tórshavnar kommuna hava fingið minni inn í skatti fyrstu níggju mánaðirnar í ár sammett við í sama tíðarskeið í fjør.

Tórshavnar kommuna er millum kommunurnar, sum í ár hava lægri skattaprosent samanborið við í fjør.

Fyrstu átta mánaðirnar í 2013 eru slakar 172 milliónir krónur komnar inn í eftirlønarskatti og 29 milliónir í kirkjuskatti.

Eftirlønarskatturin er væl hægri enn sama tíðarskeið í fjør, slakar 19 milliónir krónur meira.

Eftirlønir, ið verða fluttar uttanlands, vórðu ikki skattaðar fyrra hálvár í fjør, og tí er neyðugt at taka fyrivarni við samanberingargrundarlagnum, tá ið tað snýr seg um eftirlønirnar, skrivar TAKS.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Týsdag 15. juli
Morgunlestur týsdagur 15.juli 2025
194086
Mánadag 14. juli
Poppverturin
194204
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 15. juli
Veðrið
194514
Týsdag 15. juli
Og ein summardag (1:2)
194521
Mánadag 14. juli
Seinasti vitameistarin
194455
Sunnudag 13. juli
Kappróður á fjarðastevnu
194401