Endurlýsing: Deildarleiðari til Kringvarp Føroya

Um KVFTíðindi
Endurlýsing: Deildarleiðari til Kringvarp Føroya
Kringvarp Føroya skal hava nýggjan leiðara til deildina Aktuelt
 
12-10-2023

Um starvið

Deildin Aktuelt hevur gingið á odda við slóðbrótandi journalistikki og hevur veitt brúkarunum óheft, saklig og kritisk tíðindi um føroyska samfelagið í breiðastu merking. Deildarleiðarin skal, saman við starvsfólkunum á deildini, bera hendan arvin víðari og framhaldandi menna deildina til verandi og nýggjar uppgávur. 

Deildarleiðarin, sum vit sóknast eftir, hevur professionellan hugburð til leiðslu og rakstur og vil taka við avbjóðingini at flyta deildina Aktuelt inn í framtíðina við neyðugum tillagingum, soleiðis at deildin kann møta framtíðarkrøvum til innihald og strategi samsvarandi hugsjónini fyri KvF. KvF flytur seg alt meira yvir á talgildar pallar, og talgild framleiðsla og útgáva skulu tí raðfestast hægri. Nýggi deildarleiðarin skal verkseta menning av talgilda profilinum hjá deildini, soleiðis at hesin samvirkar við framleiðsluna og málini hjá deildini annars.  

Deildarleiðarin skal, sum partur av leiðsluni, megna at ganga á odda í at skapa eina felags mentan á stovninum við greiðum leiðslutilgongdum og heildarfatan í journalistikki, starvsfólka- og fíggjarviðurskiftum. Afturfyri sleppur deildarleiðarin at vera við til at mynda dagsskránna hjá KvF, seta mál, bjóða av, savna og skapa rúm fyri fjølbroytni.


Førleikakrøv

Umsøkjarar verða mettir eftir fakligum, leiðsluligum og persónligum førleikum. 

Vit krevja viðkomandi útbúgving og journalistiskar royndir. Leiðsluroyndir eru ein fyrimunur. 


Setanarviðurskifti

Starvið er fulla tíð. Starvstíðin byrjar eftir nærri avtalu.

Deildarleiðarin fyri Aktuelt vísir til stjóran í Kringvarpi Føroya. 


Løn 

Starvið sum leiðari fyri Aktuelt-deildina verður sett sambært sáttmála millum Fíggjarmálaráðið og avvarðandi yrkisfelag. 


Umsókn

Umsóknir til starvið skulu, saman við viðkomandi skjølum, sendast til teldupostadressu: umsokn@kvf.fo. Viðmerk “Deildarleiðari til Aktuelt” á umsóknina.

Umsóknarfreistin er 2. november 2023.

 

Samband og upplýsingar

Í starvs-­ og persónsprofili í fíluni, sum kann takast niður niðanfyri, stendur meira um førleikakrøv, ábyrgdir í starvinum og setanartilgongd. 

Áhugaðir umsøkjarar, ið ynskja fleiri upplýsingar um starvið, kunnu seta seg í samband við Ivan Hentze Niclasen, stjóra, á tlf. 347500 ella umvegis teldupost: in@kvf.fo.

Vit vísa eisini til kvf.fo/umkvf, har nógvar viðkomandi upplýsingar eru um stovnin.


Deildarleiðaraprofilur

Finn fleiri upplýsingar um starvið í deildarleiðaraprofilinum her. 

 

Nýggjastu sendingar í ÚV
Sunnudag 22. mars
Valkøn fríggjakvøldið 20. mars 2026
206022
Sunnudag 22. mars
Valkøn sunnukvøldið 22. mars 2026
206019
Sunnudag 22. mars
Guðstænasta í Kunoyar kirkju
206006
Sunnudag 22. mars
Bolero
206000
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 22. mars
Andaktin
206013
Sunnudag 22. mars
Guðstænasta úr Kunoyar kirkju
206001
Leygardag 21. mars
Dagur og vika - teknmálstulkað
205984
Fríggjadag 20. mars
Tinggáttin
205979
Fríggjadag 20. mars
KAKUMiKS 2 (1:7)
205963

Um kvf css