Herjólfur leigaður ein mánað aftrat

Herjólfur leigaður ein mánað aftrat
Herjólfur III hevur nú siglt við farmi á Suðuroyarleiðini í meira enn eitt ár
Samráðingar vera um at leiga Herjólf tað, sum eftir er av hesum fíggjarárinum, sigur rakstrarleiðarin á Strandferðsluni.
Mynd: Bjarni Árting Rubeksen  
 
31.08.2023 - 18:01

Leigusáttmálin um Herjólf III er longdur, fyribils fyri septembur.

Hann skuldi annars fara úr gildi í dag.

Ætlanin er at leiga Herjólf III longur enn ein mánað afturat, men ikki ber til í fyrsta umfari at leingja leigusáttmálan meira enn ein mánað. 

Men samráðingar vera um leigu tað, sum eftir er av hesum fíggjarárinum, sigur Jóhan Petur Abrahamsen, rakstrarleiðari hjá Strandferðsluni.

 

Roynist væl

Herjólfur III hevur nú siglt við farmi á Suðuroyarleiðini í meira enn eitt ár.

Rakstrarleiðarin sigur, at Herjólfur III roynist væl. 

Hann lættir um hjá Smyrli, sum ongar seinkingar hevur longur. 

Herjólfur III tekur 288 ferðafólk, men ov fá brúka hann, sigur Jóhan Petur Abrahamsen. Serliga útlendsk ferðafólk brúka Herjólf.


 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mikudag 11. november
Eg kendi meg sum greinina
216035
Mikudag 11. november
Eitt stjørnuskot so vakurt
216071
Týsdag 10. november
Ung lesa 2 - 1. partur
216206
Týsdag 10. november
Tekstur til tónleik: Salt
216132
Týsdag 10. november
Áin (brot)
216037
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 15. november
Eitt dýpi av dýrari tíð 2:2
216214
Leygardag 14. november
Eitt dýpi av dýrari tíð (1:2)
216213
Týsdag 10. november
Veðrið
216210
Mánadag 9. november
Veðrið
216154
Sunnudag 8. november
Bygdarlív 3 - Skálavík
216096