Búskaparráðið: Hallið fer upp um 200 milliónir næsta ár

Búskaparráðið: Hallið fer upp um 200 milliónir næsta ár
Neyðugt er at fremja nýskipanir, sum betra haldførið hjá landskassanum, sigur Búskaparráðið í heystfrágreiðingini
Fróði Magnussen, formaður í Búskaparráðnum, legði fyrrapartin fram heystfrágreiðingina hjá Búskaparráðnum.
Mynd: Finnur Justinussen  
 
01.09.2023 - 10:46

Búskaparráðið metir, at hallið á fíggjarlógini í ár verður 30 milliónir kr., og at hallið fer upp um 200 milliónir næsta ár.

Tað er ikki nóg væl frágingið, tá vøkstur framvegis er í búskapinum, at arbeiðsloysið er lítið, og at landskassin hevur inntøkuvøkstur.

Tað sigur Búskaparráðið í heystfrágreiðingini, sum var løgd fram fyrrapartin.

Neyðugt er at fremja nýskipanir, sum betra haldførið hjá landskassanum. Tess longur vit bíða, tess størri verður rokningin, sum vit lata yngra ættarliðnum, sigur Búskaparráðið.

Ein nýskipan, sum er neyðug til tess at betra haldførið, er at hækka pensjónsaldurin meira enn tað, sum longu er samtykt. Tað fer at ávirka bæði inntøkurnar og útreiðslurnar hjá landskassin, sigur Búskaparráðið.

Hoyr samrøðu, sum Hansa Hansen gjørdi við Fróða Magnussen, formann í Búskaparráðnum, í Breddanum:

 

01092023_Frodi_Magnussen

 

Les alla frágreiðingina frá Búskaparráðnum her.

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mikudag 11. november
Eg kendi meg sum greinina
216035
Mikudag 11. november
Eitt stjørnuskot so vakurt
216071
Týsdag 10. november
Ung lesa 2 - 1. partur
216206
Týsdag 10. november
Tekstur til tónleik: Salt
216132
Týsdag 10. november
Áin (brot)
216037
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 15. november
Eitt dýpi av dýrari tíð 2:2
216214
Leygardag 14. november
Eitt dýpi av dýrari tíð (1:2)
216213
Týsdag 10. november
Veðrið
216210
Mánadag 9. november
Veðrið
216154
Sunnudag 8. november
Bygdarlív 3 - Skálavík
216096