Góðan morgun Føroyar

Vónar at sleppa í kongaligan føðingardag
05-09-2023
- Hetta er ikki ein møguleiki, tú fært á hvørjum degi, so sjálvandi hevði tað verið stuttligt at sloppið við, sigur Lukas í Grund Bøgesvang.

147 umsóknir.

So nógvir 18 ára gamlir føroyingar hava sent inn umsókn til løgmansskrivsstovuna í vónini um at sleppa við í stóru føðingardagsveitsluna hjá Christiani Prinsi, sum verður á Christiansborg Slotti.

Tá freistin at senda inn umsókn er úti tann 7. september, verður lutakast, og so sleppa tvey 18 ára gomul úr Føroyum til sokallað Gallataffel.

Ein, sum hevur sent inn umsókn er Lukas í Grund Bøgesvang, sum fyllir 18 ár tann 15. oktober - sama dag sum danski prisnurin fyllir 18.

- Hetta er ikki ein møguleiki, tú fært á hvørjum degi, so sjálvandi hevði tað verið stuttligt at sloppið við, sigur Lukas í Grund Bøgesvang.

Eisini mamma hansara, Sólborg í Grund Bøgesvang, heldur hetta vera ein møguleika, sum sonurin avgjørt eigur at royna.

- Mær dámar ómetaliga væl at fylgja við í øllum tí, tey kongaliga takast við, og eg rokni við, at tað hevði verið ein heilt serlig uppliving fyri Lukas at sloppið við í hasa veitsluna, sigur Sólborg í Grund Bøgesvang.

Í morgunsendingini greiða Lukas í Grund Bøgesvang og Sólborg í Grund Bøgesvang millum annað frá áhuganum fyri teimum kongaligu, og hvørjar tankar tey gera sær um stóru veitsluna á Christiansborg Slotti.

Góðan morgun Føroyar

Góðan morgun Føroyar er á skránni gerandismorgnar frá klokkan 7:35 til 9:50. Sendingin loftar aktuellum evnum, hevur fastar tættir og leggur upp til interaktivitet. Alt er kryddað við tónleiki, nýggjum og eldri.
Samband: gmf@kvf.fo, telefonnummar +298 347500
Nýggja framleiðslufelagið Bad Weather Productions og kapping
09-10-2026
Prát og veðrið
09-10-2026
Bróstkrabbi, Janus Rasmussen
08-10-2026
Fólk og dólgar í Kardamummubýnum, veðrið
08-10-2026
Sjónvarpsrøður, bannaðar bøkur
07-10-2026
Prát og veðrið
07-10-2026
Svimjisambandið hevur fingið nýtt forfólk og virkið heyst er í Klaksvík
06-10-2026
Vit hava samband við okkara mann í Kazakhstan og veðurstovu Føroya
06-10-2026
Skynsom talgilding, Ráðið fyri ferðslutrygd 50 ár
05-10-2026
Prát og veðrið
05-10-2026
South Border, Suni Merkistein
02-10-2026
Prát og veðrið
02-10-2026