Góðan morgun Føroyar

Handil má vera í bygdini
07-09-2023
- Um eingin var, sum kundi taka yvir, so hevði eg ikki havt hjarta til at sagt handilin frá mær.

Orðini eigur Hervør Hansen, sum alt sítt lív hevur arbeitt í handlinum í Nólsoy. Hon hevur nú gjørt av, at 28. oktober verður síðsti arbeiðsdagur, tí nú ætlar hon sær at gevast - meira ella minni.

- Ja, tey eru so altíð vælkomin at siga til, um tørvur er á tí, og eg kann gott koma og hjálpa til, leggur hon kvikliga afturat.

Eisini hevur hon holla vitan, sum hon er fús at geva víðari. Ikki bara vitan um handilsskap, men eisini um viðskiftafólkini.

- Eg veit, hvat tey ymsu fólkini her úti vilja hava, og eg keypi eisini inn eftir tí.

Hervør byrjaði í handlinum hjá abbanum heima í kjallaranum hjá foreldrunum, og flutti við, tá nýggjur, størri handil var bygdur og fyri 19 árum síðan tók hon yvir eftir foreldrini, sum tá løgdu frá sær.

Nú verður tað sonurin, sum fer at royna seg sum handilsmann.

Góðan morgun Føroyar

Góðan morgun Føroyar er á skránni gerandismorgnar frá klokkan 7:35 til 9:50. Sendingin loftar aktuellum evnum, hevur fastar tættir og leggur upp til interaktivitet. Alt er kryddað við tónleiki, nýggjum og eldri.
Samband: gmf@kvf.fo, telefonnummar +298 347500
Nýggj bók um Mikladals kirkju og heystfjøllini gingin
13-10-2026
Góður morguntónleikur og veðurforsøgnin frá Veðurstovu Føroya
13-10-2026
Menning av vørum úr sjónum, Jens Jákup Hansen
12-10-2026
Prát og veðrið
12-10-2026
Nýggja framleiðslufelagið Bad Weather Productions og kapping
09-10-2026
Prát og veðrið
09-10-2026
Bróstkrabbi, Janus Rasmussen
08-10-2026
Fólk og dólgar í Kardamummubýnum, veðrið
08-10-2026
Sjónvarpsrøður, bannaðar bøkur
07-10-2026
Prát og veðrið
07-10-2026
Svimjisambandið hevur fingið nýtt forfólk og virkið heyst er í Klaksvík
06-10-2026
Vit hava samband við okkara mann í Kazakhstan og veðurstovu Føroya
06-10-2026