- Tíðindi, mentan og ítróttur
Góðan morgun Føroyar

Annika Magnussen Gaard er 33 ára gomul og ættað úr Tjørnuvík. Hon hevur tikið útbúgving sum gudfrøðingur frá teologisku deildini á Universitetinum í Keypmannahavn á sumri 2022.
- Mær hevur altíð dámt væl at tulka tekstir, at fáast við filosofi og kirkjusøgu, so tí fall valið nokkso natúrliga á teologi.
Tað sigur Anniku um hví, hon valdi sær lívsleiðina sum prestur.
Hvønn prest kunnu fólk vænta sær á Tvøroyri?
- Tey kunnu vænta sær ein prest, sum fer at nútíðargera evangeliið, so øll fólk skilja, hvat tað snýr seg um. Samstundis kunnu tey vænta sær ein prest, sum søkir felagsskapin.
Tað sigur nýggi presturin, sum gleðir seg at hitta øll í nærumhvørvinum og at samstarva við fólk, kirkjuráð og aðrar sóknarprestar í Suðuroy.
Suðuroyar norðara prestagjald fevnir sum um Sandvík, Hvalba, Tvøroyri, Froðba, Trongisvágur, Ørðavíkarlíð, Ørðavík og Fámjin.
