JFK Trol heldur fast um endurgjald

JFK Trol heldur fast um endurgjald
Málið um endurgjald, tá russiska sjóverjan tók Skálaberg fyri ólógligan fiskiskap í 2009, kemur nú fyri rættin
JFK Trol og Fiskimálaráðið er framvegis ósamd um endurgjaldið fyri missin, tá Skálaberg varð tikin í 2009, og málið endar tí í rættinum.

08.10.2012 - 14:00

Reiðaríið JFK Trol heldur fast um, at Fiskimálaráðið eigur at gjalda 10 milliónir krónur í endurgjaldi fyri missin, sum stóðst av hendingini í desember 2009, tá russiska sjóverjan tók Skálaberg fyri ólógligan fiskiskap.

Skipið selt

Skálaberg er síðani seldur, fyrst til Argentina og herfyri til Íslands, men endurgjaldskravið fyri tilburðin í Murmansk fyri skjótt trimum árum stendur við. Reiðaríið fekk fimm milliónir krónur í bót í rættinum í Murmansk.

Harumframt sigur reiðaríið seg hava mist aðrar fimm milliónir, tí tilburðurin seinkaði søluni av skipinum. Og sum tað triðja kemur mist fiskitíð og útreiðslur tí skipið varð hildið aftur í Murmansk.

Mistak í samskiftinum

JFK Trol heldur uppá, at Skálaberg varð tikin, tí eitt mistak varð gjørt í samskiftinum millum føroyska Fiskimálaráðið og russiskar myndugleikar. Fiskimálaráðið hevur ábyrgdina av hesum mistakinum og eigur tí at lata reiðaríinum endurgjald, heldur JFK Trol.

Samráðingar millum reiðaríið og Fiskimálaráðið endaðu úrslitaleysar. Fiskimálaráðið metir seg ikki hava skyldu at veita reiðarínum endurgjald, og tí verður tað Føroya Rættur, sum skal skera ígjøgnum. Fyrireikandi rættarfundur verður um eina viku.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mikudag 1. apríl
Eitt korter við klassiskum
206529
Mikudag 1. apríl
Skratsj 1. apríl 2026
206527
Mikudag 1. apríl
Morgunlestur mikudagur 1.apríl 2026
205929
Týsdag 31. mars
Morgunlestur týsdagur 31.mars 2026
205927
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 1. apríl
Dagur & vika - teknmálstulkað
206524
Týsdag 31. mars
Veðrið
206501
Týsdag 31. mars
KAKUMiKS 2 (2:7) - teknmálstulkað
206483