Stórvelta fruktar væl

Stórvelta fruktar væl
Tað loysir seg at velta epli í sandmold í Føroyum. Við Leynavatn varð ein av stórveltunum í Føroyum tikin upp í dag, og bóndin letur væl at fruktini
12.09.2023 - 19:30

Sandingar hava longu prógvað, at tað loysir seg at hava stórveltu, og tað ásannar Poul Adrian í Homrum, bóndi í Kollafirði eisini, sum saman við øðrum hevur keypt sær útgerð at hava stórveltu.

12.000 epli vórðu sett niður við Leynavatn í vár, og tað fruktar væl, nú hann tekur uppaftur. 

Bóndin fekk 43.000 krónur í stuðli frá Búnaðarstovuni til royndarverkætlanina. Valt varð ikki at nýta kunsttøð, men heldur at nýta biogass-tøð frá Førka.

Norskur bóndi heldur, at fruktin er góð í Føroyum, og Peter Haar, fyrrverandi stjóri á Royndarstøðini, heldur, at tað fruktar sera væl við Leynavatn.

 
Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Fríggjadag 6. november
Vikuskiftið 6 nov 2026
216044
Fríggjadag 6. november
Eitt korter við jazzi 5. november 2026
216040
Fríggjadag 6. november
LEITISSTEIN 06.11.2026 (Benjamin Rajani)
216031
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 6. november
Veðrið
216045
Fríggjadag 6. november
Dagur og vika - teknmálstulkað
216011
Hósdag 5. november
Veðrið
215981
Hósdag 5. november
Talvið um Tinganes (1:2)
215911
Mikudag 4. november
Hondbóltur: Føroyar - Kosovo
215928