Serfrøðingar eftirmeta Fróðskaparsetrið

Serfrøðingar eftirmeta Fróðskaparsetrið
Endamálið við eftirmetingini er, at Fróðskaparsetrið fær altjóða viðurnenning og at vit gerast partur av Bologna-avtaluni, sigur Bjørn Kalsø, landsstýrismaður.
 
02.10.2013 - 13:08

Fróðskaparsetur Føroya verður nú eftirmett av uttanhýsis serfrøðinganevnd, sum Bjørn Kalsø, landsstýrismaður í mentamálum, hevur sett.

Frágreiðing verður eftir ætlan liðug á heysti 2014. Serfrøðinganevndin hitti landsstýrismannin mánadagin, og í gjár var nevndin á vitjan á øllum deildum á Fróðskaparsetrinum.

Tey, ið manna serfrøðinganevndina eru: Linda Nielsen, professari, dr.jur. Københavns Universitet, Jón Torfi Jónasson, professari, PhD. Háskóli Íslands og Jürg Glauser, professari, University of Zürich.

Mentamálaráðið fer at veita nevndini skrivarahjálp til arbeiðið.

Serfrøðingarnir skulu meta um virksemið á Fróðskaparsetrinum í síni heild.

Tey fáa fríar teymar at meta um øki, ið tey sjálv halda hava týdning fyri ein útbúgvingar- og granskingarstovn, sum skal virka á altjóða støði.

Í lógini um Fróðskaparsetur Føroya er ásett, at landsstýrismaðurin skal skipa fyri eftirmeting av Fróðskaparsetri Føroya, og at uttanhýsis serfrøði skal gera eftirmetingina.

Hetta er fyrstu ferð at ein slík uttanhýsis eftirmeting verður gjørd.

Arbeiðið verður gjørt í samstarvi við leiðsluna á Fróðskaparsetrinum.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Týsdag 20. oktober
Vitan
215009
Mánadag 19. oktober
Norðurljóð 19.oktober 2026
214430
Mánadag 19. oktober
RagnarRokk: Brian Tichy um Led By Vultures
214018
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 20. oktober
Veðrið
215101
Týsdag 20. oktober
Dagur og vika við 3-2 - teknmálstulkað
215053
Mánadag 19. oktober
Veðrið
215028
Mánadag 19. oktober
Leivur vil liva - teknmálstulkað
215025