25 bilførarar í Suðuroynni fingu sekt

25 bilførarar í Suðuroynni fingu sekt
130 bilar vóru steðgaðir á Tvøroyri og í Vági í gjár
Tey flestu fingu sekt fyri ikki at hava ljósini í lagi. (Savnsmynd)
 
19.09.2023 - 09:56

130 bilar vóru steðgaðir í ferðslukanningum í Suðuroynni í gjár, 50 á Tvøroyri og 80 í Vági.

25 bilførarar fingu sekt í Vági og níggju á Tvøroyri.

Tey flestu fingu sekt fyri ikki at hava ljósini í lagi, fimm á Tvøroyri og 13 í Vági.

Annars vóru bøtur latnar fyri slitin dekk, fyri ikki at hava koyrikortið upp á sær, fyri ikki at brúka trygdarbelti og at brúka telefon.

Ein bilførari fekk 1.500 kr. í bót og eitt klipp í koyrikortið, tí barn, sum er styttri enn 135 sentimetrar, ikki sat á pútu.

Tá fólk eru so lítil, ger trygdarbeltið ikki ta nyttu, sum tað eigur.

Børnini, sum eru styttri enn 135 sentimetrar, eiga tí at sita á til dømis einari pútu, so tey sita 10 til 15 sentimetrar hægri og koma upp hagar, sum trygdarbeltið ger sína nyttu.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Fríggjadag 6. november
Vikuskiftið 6 nov 2026
216044
Fríggjadag 6. november
Eitt korter við jazzi 5. november 2026
216040
Fríggjadag 6. november
LEITISSTEIN 06.11.2026 (Benjamin Rajani)
216031
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 6. november
Veðrið
216045
Fríggjadag 6. november
Dagur og vika - teknmálstulkað
216011
Hósdag 5. november
Veðrið
215981
Hósdag 5. november
Talvið um Tinganes (1:2)
215911
Mikudag 4. november
Hondbóltur: Føroyar - Kosovo
215928