Kringvarpið sendir ikki KÍ-dystirnar

Um KVF›Tíðindi
Kringvarpið sendir ikki KÍ-dystirnar
Rættindini at senda dystirnar gjørdust ov dýr, staðfestir kringvarpsstjórin
Mynd: Ritzau/Scanpix  
 
19-09-2023

KÍ spælir fyrsta dystin í Conference League-bólkaspælinum hóskvøldið. Men dysturin verður ikki at síggja í KVF.

“Tað eru nógvir pengar í evropeisku fótbóltskappingunum fyri feløg, og bólkaspølini enda á gjaldsrásum ella handan gjaldsveggir, har public service-rásirnar ikki kunnu vera við. Í ár er onki undantak”, staðfestir kringvarpsstjórin, Ivan Hentze Niclasen.

Tað er UEFA, sum selir rættindini til bólkaspølini í Champions League, Europa League og Conference League. “Vit hava havt eitt gott samstarv við KÍ í sambandi við dystirnar móti Ferencszvaros, Hacken, Molde og Sheriff Tiraspol, men nú tað kemur til evropeisku bólkaspølini, mugu vit bara ásanna, at vit kunnu ikki vera við fíggjarliga”, sigur Ivan Hentze Niclasen. 


Altjóða ítróttarættindi eru vorðin sera dýr

Seinnu árini er prísurin á altjóða ítróttarættindum farin upp í loft. “Fíggjarkreppur ella onnur viðurskifti gera seg ikki galdandi her. Rættindini til at vísa tær stóru væl umtóktu ítróttagreinirnar eru síðstu tíggju árini vorðin dýrari og dýrari”, sigur kringvarpsstjórin. 

Gongdin hevur elvt til, at stóru norðurlendsku public service-rásirnar í nøkrum førum eru gingnar saman um at bjóða upp á eitt nú Olympiskar leikir, HM-endaspøl og EM-endaspøl. Hetta verður gjørt í eini roynd at geva øllum borgarum høvi at síggja tær stóru savnandi ítróttahendingarnar. Mentanarpolitiskt er hetta eitt gott átak, heldur kringvarpsstjórin. 

 

Nýggjastu sendingar í ÚV
Mánadag 9. november
Møti hjá Brøðrasamkomuni við Tjarnir
216106
Sunnudag 8. november
Guðstænasta í Viðareiðis kirkju
216081
Sunnudag 8. november
Filosofiskur 7. partur
216049
Leygardag 7. november
PLÁTUPANELIÐ #43 (1976)
216068
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 8. november
Bygdarlív 3 - Skálavík
216096
Sunnudag 8. november
Hondbóltur: Montenegro - F'øroyar
216095
Sunnudag 8. november
Møti hjá Heimamissiónini við Tjarnir
216089
Sunnudag 8. november
Andaktin við Anju Bjerkenes
216083

Um kvf css