- Tíðindi, mentan og ítróttur
BLOGGUR: 4 av 5 føroyingum skulu velja KVF hvønn dag!
Í dag brúka færri enn 3 av 5 føroyingum KVF-pallarnar hvønn dag.
Kringvarpið fer at seta átøk í verk fyri at økja hetta talið munandi komandi árini.
Upplýsingarumhvørvið er kritiska undirstøðukervið undir føroyska fólkaræðinum, og tí mugu vit geva hesum størri ans, eisini politiskt.
Aftur at átøkum í framleiðslu skulu eisini aðrar broytingar til, millum annað í undirvísingarskipanini.
Hetta var millum høvuðsniðurstøðurnar í røðuni hjá formanninum fyri kringvarpsstýrið á miðlaráðstevnu 1. september. Røðan kann lesast í fullari longd niðanfyri.
Les meira um limirnar í kringvarpsstýrinum her.
----
Miðlar sum leingjan av menniskjanum
Einaferð byrjaðu menniskju at skipa seg í bólkar og smásamfeløg.
Vit funnu útav, at skipa vit okkara sosiala lív við útgangsstøði í ávísum virðum og hugsjónum – felags samleikum – og stovna vit institutiónir, sum kundu verja hesi virði og hugsjónir, so fáa tey flestu av okkum ein betri gerandisdag. Okkurt eyka virði var í tí kollektiva í mun til bara at klára seg hvør í sínum lag.
Í dag tosa vit um samfelagið allatíðina. Okkum dámar samfelagið. Vit vilja, at tað skal yvirliva.
Støddin á einum samfelag er avmarkað av møguleikanum fyri samskifti, og fyrr var samskiftið aloftast avmarkað til at tosa andlit til andlits.
Seinni uppfunnu vit tøkni, sum gjørdi tað møguligt at samskifta øðrvísi. Vit brúktu trummur, eld, kanónskot – seinni brúktu vit pappír, ponyekspressina, telegrafin, telefonina, útvarp og sjónvarp.
Fyri ikki so langari tíð síðan fóru vit undir eitt risastórt sosialt eksperiment við heitinum Internetið og seinni sosialar miðlar, sum hava fullkomiliga kollvelt fortreytirnar fyri samskifti og sosialum sambondum.
Søguliga menningin í samskiftinum, sum ein av okkara gestum í dag, Nick Couldry, og týski starvsfelagin Andreas Hepp, hava kallað bylgjur av miðlagerð – “waves of mediatization” – gjørdu tað, sum frá líður, møguligt at toyggja okkum.
Vit blivu at kalla størri. Vit rukku longur. Fleiri av okkum rukku fleiri av okkum – orsakað av tøknini.
Eitt samfelag veksur ikki í fysiskari stødd. Tað eru tøkni og miðlar, sum gera tað møguligt at ímynda okkum eitt størri samfelag enn tað, sum hevði verið møguligt uttan miðlar.
Í dag kann ein fjøld á 50.000, 5 ella 50 milliónir, ja, heilt upp í eina milliard hava ein felags samleika.
Uttan samskifti var einki sosialt. Upplýsingarumhvørvið er tí ikki nakað, sum vit onkuntíð brúka ella eru partur av og onkuntíð leggja til síðis og ikki eru partur av.
Upplýsingarumhvørvið við allari tøkni, sum hoyrir til, er vovið inn í alt okkara sosiala lív.
So, um vit eru upptikin av góðskuni á okkara samfelag, so eiga vit eisini at vera upptikin av góðskuni á upplýsingarumhvørvinum.
Tá ið treystið trýtur
Í 2010 rakti ein ógvusligur jarðskjálvti Haiti nærhendis høvuðsstaðin, Port Au Prince. 160.000 fólk lótu lív. Sama ár rakti ein jarðskjálvti, sum var 60 ferðir ógvusligari, Chile, nærhendis næststørsta býin, Concepción. Hesa ferð lótu 600 fólk lív, ein lítil brotpartur av talinum í Haiti.
Hví var tað, at har, sum ein nógv ógvusligari jarðskjálvti hevði rakt, doyðu minni enn 0,4 prosent samanborið við hitt staðið, tá ið miðpunktini fyri báðar jarðskjálvarnar vóru á landi nær við stórbýir?
Frágreiðingin var, at vánaligir bygningar, infrakervi í ringum standi, veikir almennir stovnar, nógv korruptión og lágt álit millum fólk vóru millum høvuðsorsøkirnar til ekstremt høga talið av andlátum í Haiti.
Tað vil siga, at tað er ikki sjálv hendingin, sum avger, hvussu álvarslig ein vanlukka er.
Í Haiti var tað ikki jarðsjálvtin, sum var vanlukkuligur. Ringa støðan í samfelagnum og vantandi førleikin at handfara eina slíka hending – manglandi treysti – var tann veruliga vanlukkan.
Samfeløg kunnu verða rakt av øllum hugsandi truplum hendingum og vanlukkum, og í dag tykist heimurin alsamt meira turbulentur.
Við turbulens sipi eg til áhaldandi og dynamiska broyting, har hendingar, krøv og tilfeingi broytast í ymiskar, óvæntaðar og óútrokniligar mátar.
Farsóttir, klimabroytingar, yvirgangur, cyberkriminalitetur, sosial polarisering, falstíðindi, spjaðing av kjarnorkuvápnum, fátækradømi, flóttafólkakreppur, fíggjarkreppur, orkukreppur, tilgjørt vit og kríggið í Ukraina.
Hvussu skulu vit so møta hesum avbjóðingum? Vit skulu menna treyst samfeløg og treysta politiska stýring.
Treysti er at kunna laga seg til nýggjar umstøður sera skjótt, at bjóða øllum viðkomandi aktørum at loysa trupulleikar, at leggja dent á evidensgrundaðar avgerðir, at kenna samfelagið og mentanina og at mobilisera samfelagsligt tilfeingi, til dømis álit og samtykki, har hetta er neyðugt.
Ella sum Nobelprísvinnarin Amartya Sen hevði sagt: Samfelagsmenning snýr seg um at røkja og styrkja førleikan og dugnaskapin hjá einstaklinginum.
Tey flestu, um ikki øll, hesi eyðkenni fyri treysti eru stuðlað av eini sterkari miðlaskipan og upplýsingarumhvørvi.
Miðlarnir sum kritiskt undirstøðukervi
Marshall McLuhan – fyrsti miðlafrøðingurin – er kendur fyri at hava sagt, at miðlarnir eru ein leinging av menniskjanum.
Roger Silverstone tók hetta uppaftur, tá ið hann segði, at miðlar geva okkum ein møguleika at leingja okkara førleika at handla út um okkara natúrligu likamligu avmarkingar.
Ulrich Beck skrivaði, at miðlar gera tað møguligt at skapa ein ímyndaðan felagsskap, sum kann handfara globalar váðar sum klimabroytingar, hungursneyðir, fólkaflytingar og kríggj.
Innan samfelagsfrøðina og stjórnmálafrøðina er breið semja um, at atgongd til – og frælsi at breiða út – upplýsingar eru avgerandi fyri alla skilagóða stýring og samfelagsmenning, ikki minst í turbulentum tíðum, tá ið tað hevur týdning at kunna avdúka vandar og váðar.
Upplýsingarumhvørvið er sostatt eitt avgerandi ikki-bureaukratiskt tilfeingi í stýringini, tí tað kann stuðla upp undir formliga planlegging og tilbúgving.
Tað hjálpir okkum at byggja upp og røkja felagsskapin, at varðveita menniskjasliga virðing og, í turbulentum tíðum, at vísa á vandarnar, áðrenn teir sleppa at ávirka okkum.
Eitt heilsugott upplýsingarumhvørvi ger okkum, heilt einfalt, sterkari og treystari.
Tað er eitt slag av kritiskum infrakervi, sum vit hava brúk fyri fyri at handfara allar avbjóðingar í framtíðini.
Ímynda tær eina avbjóðing ella ein trupulleika, sum tú ert serliga upptikin av.
Mátin, upplýsingar verða skaptar, lagdar fram, móttiknar og tulkaðar er avgerandi fyri, um hesin trupulleikin verður loystur ella ikki.
Fyri at sitera Silverstone eina ferð afturat, so gevur upplýsingarumhvørvið okkum tað tilfeingið, sum vit hava brúk fyri at klára gerandisdagin. Og tá ið tú brúkar umhvørvið sum myndatalu, so gevur tað seg sjálvt, at eitt slíkt umhvørvi kann vera – ella blíva – dálkað.
Eitt ódálkað upplýsingarumhvørvi stuðlar upp undir samfelagstreysti. Tað ger eitt dálkað upplýsingarumhvørvi ikki.
Í dag stríðast vit við at finna útav, hvussu vit skulu handfara, stýra og skipa hetta upplýsingarumhvørvið.
Sum undanfarnu uppleggini hava víst, so verður upplýsingarumhvørvið meira og meira torskilt og fjølbroytt orsakað av tí fløkta sambandinum millum menniskju og margfaldaða og samanflættaða miðlatøkni.
Tí er ein álvarslig hóttan, at samfelagsligar og politiskt viðkomandi upplýsingar, sum gera samfelagið treyst, drukna í óviðkomandi upplýsingum og tí ikki koma fram til borgaran.
Hetta ger samfeløg okkara veikari og meira viðbrekin fyri turbulensi og kreppum.
Miðlafrøðingar tykjast rættiliga stúrnir um upplýsingarumhvørvið. Við støði í vísindaliga tilfarinum kunnu vit ganga út frá, at upplýsingarumhvørvi um allan heim eru alsamt meira dálkað, serliga um endamálið er fólkaræði og treysti.
Ein ábending um føroyska upplýsingarumhvørvið kann síggjast á hesi myndini, har tað týðiliga sæst, at okkara yngstu borgarar brúka Kringvarpið sera lítið í mun til eldru borgararnar. Vit hava ikki kannað, hvar tey brúka sína tíð, men vit hava ein sterkan varhuga av, at tað ikki er á øðrum føroyskum miðlum.
Hesi tølini eru frá 2021 (Fróðskaparsetur Føroya), og um vit ganga út frá, at miðlavanarnir ikki broytast við aldrinum – eins og granskingin bendir á – so sær framtíðin hjá Kringvarpinum ikki serliga bjørt út.
Steinur oman á byrðu er, at nakrar kanningar harafturat vísa, at politikarar eru meira og meira ónøgdir við journalistikk og alsamt meira kyniskir viðvíkjandi virðinum á tíðindamiðlum sum heild.
Hvussu vit – ítøkiliga – skulu styrkja upplýsingarumhvørvið
Hvat kunnu vit so gera?
Vit kunnu byrja við at eyðmerkja partar av upplýsingarumhvørvinum, sum vit eiga at betra.
Vit kunnu býta upplýsingarumhvørvið sundur í tveir partar: eina brúkarasíðu og eina framleiðslusíðu.
Spurningarnir á brúkarasíðuni eru:
- Hvussu kunnu vit betra um miðlamentan og miðlavanar?
- Hvussu kunnu vit varðveita álitið á viðkomandi, týdningarmiklum og próvgrundaðum upplýsingum?
- Og hvussu kunnu vit betra um digitalan miðlaførleika hjá øllum ættarliðum?
Á framleiðslusíðuni mugu vit spyrja:
- Hvørji sløg av upplýsingum eru týdningarmiklar fyri ein upplýstan borgaraskara, og hvussu fáa vit hesar upplýsingar út til borgaran?
- Hvussu kunnu vit verja redaktionella frælsið?
- Hvussu kunnu vit røkja journalistiskar førleikar og journalistiskt trúvirði?
- Hvussu kunnu vit brúka tøkni til okkara fyrimun, tá ið vit framleiða almannagagnligar upplýsingar?
- Og hvussu kunnu vit varðveita ella betra um fíggjarliga grundarlagið undir frælsum og óheftum journalistikki?
Í løtuni eri eg í starvi á framleiðslusíðuni, og tí fari eg heilt stutt at nevna, hvat vit ætla at gera í Kringvarpi Føroya:
- Vit fara at gera eina framleiðslustrategi fyri tíðindi og mentan og teirra undirbólkar.
- Vit fara at seta í verk eina mobil-fyrst tilgongd, sum øll framleiðslan skal laga seg eftir.
- Vit fara at fylgja betur við, hvat hendir á brúkarasíðuni fyri at tryggja okkum, at okkara innihald áhaldandi er tøkt á teimum pallum, har flestu av okkara borgarum brúka tað mesta av síni tíð.
- Vit fara at menna førleikaætlanir fyri øll starvsfólk, sum skulu írokna formliga og óformliga læring, sum verður dagførd regluliga.
- Og vit fara at miðja ímóti, at í minsta lagi 80% av Føroya fólki (4 av 5 føroyingum) kemur í samband við Kringvarp Føroya hvønn dag.
- Til seinast fara vit at halda fram við at vísa á alment, hvønn týdning eitt upplýsingarumhvørvi hevur fyri alt samfelagið. Millum annað við tiltøkum sum hesum.
Men vit eru bara ein lítil stovnur. Vit kunnu ómøguliga hava ábyrgdina av at røkja alt tað føroyska upplýsingarumhvørvið.
Í dag eru vit langt aftan fyri okkara grannalond í sambandi við framleiðslu, at menna brúkaravanar og brúkaraførleikar, og í sambandi við gransking av upplýsingarumhvørvinum.
Vit eru eitt lítið land, og vit eiga at vera nógv meira ambitiøs – ikki minni ambitiøs – enn okkara størru grannar. At vanrøkta okkara upplýsingarumhvørvi er tað sama sum at vanrøkta onnur sløg av kritiskum undirstøðukervi. Tað ger okkum meira viðbrekin, og tað verður torførari at varðveita okkara mentan og livihátt.
Vit mugu hava nógv meira umfatandi og framsøkin mentanarpolitisk tiltøk bæði á framleiðslusíðuni og á brúkarasíðuni.
- Framleiðslusíðan má hava størri fígging til public service, um so hetta er til Kringvarp Føroya og/ella til ein nýggjan systurstovn.
- Vit mugu hava miðlaframleiðslu og journalistfakið inn á Fróðskaparsetrið. Enn eru vit einasta Norðurland uttan journalist- ella miðlaútbúgving á hægri lærustovni. Tað er ilt at trúgva!
- Á brúkarasíðuni skulu vit hava eina neyva ætlan fyri, hvussu vit gera talgildan miðlaførleika og keldukritikk til grundleggjandi partar av frálæruni til børn. Og har skeið og átøk skulu hjálpa eldru ættarliðunum við tí sama.
- Og so mugu vit hava meira gransking av miðlavanum og miðlaførleikum.
Í royndini at gera samfelagið meira treyst, mugu vit viðurkenna, at eitt ódálkað upplýsingarumhvørvi er ikki ein luksusvøra, men ein neyðsynjarvøra. Upplýsingarumhvørvið eigur at vera ovasta politiska raðfestingin, tí tað ger okkum før fyri at varðveita okkara mál og mentan, tað stuðlar upp undir viðgerðina av øllum øðrum málum, og tað hjálpir okkum at menna eitt samfelag, sum kann navigera millum ókendar vandar í einum skjótt broytiligum heimi.
Takk fyri!
Keldur
(Ansell et al., 2017, 2022; Beck, 2006; Couldry & Hepp, 2017; Jakobsson et al., 2022; Kaufmann, 2006; McLuhan, 1964; Norris, 2006; Sen, 1999; Silverstone, 2005, 2007).
Ansell, C., Sørensen, E., & Torfing, J. (2022). Public administration and politics meet turbulence: The search for robust governance responses. Public Administration. https://doi.org/10.1111/padm.12874
Ansell, C., Trondal, J., & Øgård, M. (2017). Turbulent Governance. In C. Ansell, J. Trondal, & M. Øgård (Eds.), Governance in Turbulent Times (pp. 1–23). Oxford University Press.
Beck, U. (2006). Cosmopolitan Vision. Polity Press.
Couldry, N., & Hepp, A. (2017). The Mediated Construction of Reality. Polity Press.
Jakobsson, P., Lindell, J., & Stiernstedt, F. (2022). Normative foundations of media welfare: Perspectives from the Nordic countries. Https://Doi.Org/10.1177/01634437221111914, 45(2), 305–322. https://doi.org/10.1177/01634437221111914
Kaufmann, D. (2006). Media, Governance and Development: An Empirical Perspective that Challenges Convention. In Media Matters: Perspectives on Advancing Governance & Development from the Global Forum for Media Development.
Internews Europe. https://internews.org/wp-content/uploads/legacy/resources/mediamatters.pdf
McLuhan, M. (1964). Understanding Media: The Extensions of Man. McGraw-Hill.
Norris, P. (2006). The Role of the Free Press in Promoting Democratization, Good Governance and Human Development. In Media Matters: Perspectives on Advancing Governance & Development from the Global Forum for Media
Development. Internews Europe. https://internews.org/wp-content/uploads/legacy/resources/mediamatters.pdf
Sen, A. (1999). Development as Freedom. Knopf.
Silverstone, R. (2005). The Sociology of Mediation and Communication. In C. Calhoun, C. Rojek, & B. Turner (Eds.), The SAGE Handbook of Sociology (pp. 188–207). Sage Publications.
Silverstone, R. (2007). Media and Morality: On the Rise of the Mediapolis. Polity Press.