Gongur striltið at fáa semju

Gongur striltið at fáa semju
Semingsroyndin í sáttmálatrætuni millum Sjúkrarøktarfrøðingafelagið og Lønardeildina vóru tiknar uppaftur fyrrapartin
Í løtuni er óvist, um grundarlag er fyri at leggja nýtt semingsuppskot fram, sigur Terje Sigurðsson, semingsmaður. (Savnsmynd)
 
26.09.2023 - 13:00

Tað gongur striltið í semingsroyndini millum millum Sjúkrarøktarfrøðingafelagið og Lønardeildina hjá Fíggjarmálaráðnum, sum vóru tikna uppaftur fyrrapartin.

Tað sigur Terje Sigurðsson, semingsmaður.

Eftir at Sjúkrarøktarfrøðingafelagið hevði vrakað eitt semingsuppskot frá semingsstovninum, kom felagið sjálvt við uppskoti um broytingar. Partarnir fingu so nakrar dagar at rokna uppá tølini í uppskotinum hjá sjúkrarøktarfrøðingunum, og fyrrapartin var so semingsroyndin tikin uppaftur. 

- Eg veit ikki enn, um grundarlag er fyri at leggja eitt nýtt semingsuppskot fyri partarnar. Tað gongur striltið,  er einasta viðmerkingin frá Terja Sigurðsson í løtuni.

Semingsroyndin heldur fram seinnapartin, og meira verður at frætta í tíðindunum seinni í dag.
 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Fríggjadag 6. november
Vikuskiftið 6 nov 2026
216044
Fríggjadag 6. november
Eitt korter við jazzi 5. november 2026
216040
Fríggjadag 6. november
LEITISSTEIN 06.11.2026 (Benjamin Rajani)
216031
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 6. november
Veðrið
216045
Fríggjadag 6. november
Dagur og vika - teknmálstulkað
216011
Hósdag 5. november
Veðrið
215981
Hósdag 5. november
Talvið um Tinganes (1:2)
215911
Mikudag 4. november
Hondbóltur: Føroyar - Kosovo
215928