Taka gongugjald niðan á Slættaratind

Taka gongugjald niðan á Slættaratind
Næsta summar fer tað at kosta at ganga niðan á Slættaratind
26.09.2023 - 19:23

Hagastýrið í Suðurhelt, har Slættaratindur er, hevur roynt at fingið fígging at gera móttøkuhús og nýggja gøtu niðan á Føroya hægsta tind.

Men tað er ikki eydnast, og tí sigur hagastýrið, at næsta ár verður neyðugt at taka gongugjald frá ferðafólki.

 

Talgild skráseting

Visit Faroe Islands arbeiðir við ætlan um at skráseta, hvar ferðafólk vitja í Føroyum. Tað verður gjørt við talgildari skráseting.

Gongutúrurin eftir bygdargøtuni millum Havnina og Kirkjubø er eitt av best umtóktu ferðavinnumálunum í landinum. Tað vísa teljarar, sum Visit Faroe Islands hevur sett upp á fýra støðum kring landið.

Í tveir ein hálvan mánað í summar gingu gott 7.000 fólk eftir nevndu bygdargøtu meðan 5.600 gingu niðan á Slættaratind.

Ætlanin hjá Visit Faroe Islands við nýggju skrásetingini er at fáa neyv hagtøl.

 
Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Sunnudag 1. november
Bolero - satsir nr 2 úr symfonium.
215719
Sunnudag 1. november
Guðstænasta í Nólsoyar kirkju
215718
Sunnudag 1. november
Filosofiskur 6.partur
215646
Leygardag 31. oktober
Jambalaja - 311026
215699
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 1. november
Andakt við Dann Johannesen
215717
Sunnudag 1. november
Guðstænasta úr Nólsoyar kirkju
215723
Leygardag 31. oktober
Landsinnsavning hjá Reyða Krossi 2026
215711
Fríggjadag 30. oktober
BIRITA - teknmálstulkað
215688