Ongar reglur á veg um almennar stjóralønir

Ongar reglur á veg um almennar stjóralønir
Í eigarapolitikkinum, sum kom í fjør summar, stendur einki um lønir
Av Løgmansskrivstovuni frættist, at har verður ikki arbeitt við eigarapolitikkinum í løtuni. (Savnsmynd: Bjarni Árting Rubeksen)
 
28.09.2023 - 08:26

Ongar reglur eru á veg úr landsstýrinum um lønina hjá stjórum í almennum partafeløgum.

Lønirnar eru javnan uppi og venda, tí nógv halda, at tær eru ov stórar, ella alt ov stórar.

Seinast var mikudagin, tá nevndarformaðurin hjá Posta, Joen Magnus Rasmussen, ikki vildi siga, hvussu lønin hjá nýggja stjóranum á Posta verður.

Lønin hjá fráfarna stjóranum, Joel undir Leitinum, var 1,4 milliónir krónur í fjør, á leið tað dupulta sum løgmaður fær.

 

Eigarapolitikkur

Bjarni Kárason Petersen, sum varðar av Posta í landsstýrinum, sigur, at lønir hoyra til eigarapolitikkin, sum løgmaður umsitur.

Í eigarapolitikkinum, sum kom í fjør summar, stendur einki um lønir.

Men har stendur millum annað, at fyritøkur hjá landinum skulu virka eftir somu treytum sum kappingarneytarnir.

Av Løgmansskrivstovuni frættist, at har verður ikki arbeitt við eigarapolitikkinum í løtuni. 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Fríggjadag 6. november
Vikuskiftið 6 nov 2026
216044
Fríggjadag 6. november
Eitt korter við jazzi 5. november 2026
216040
Fríggjadag 6. november
LEITISSTEIN 06.11.2026 (Benjamin Rajani)
216031
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 6. november
Veðrið
216045
Fríggjadag 6. november
Dagur og vika - teknmálstulkað
216011
Hósdag 5. november
Veðrið
215981
Hósdag 5. november
Talvið um Tinganes (1:2)
215911
Mikudag 4. november
Hondbóltur: Føroyar - Kosovo
215928