Vánaligur trivnaður í fólkaskúlanum

Vánaligur trivnaður í fólkaskúlanum
Sætti hvør næmingur hevur verið happaður, og triði hvør næmingur hevur hildið seg burtur frá undirvísingartíma, tí tey orka ikki at vera har.
03.10.2023 - 19:36

Hetta er fjórða trivnaðarkanningin av fólkaskúlanum síðstu 16 árini. Hvørjaferð er spurt um happing, og ongantíð hava so nógvir næmingar kent seg vera fyri happing, sum í kanningini hesaferð. Talið er 17 prosent.

Spurt verður eisini um, hvussu næmingarnir hava tað í skúlanum. Útvið helvtin av næmingunum hava ilt í búkinum, ofta ella viðhvørt. Og annarhvør næmingur hevur ilt í høvdinum, ofta ella viðhvørt. 

Og so eru tað eisini næmingar, sum halda seg burtur frá onkrum tímum, tí tey orka ikki at vera har. Seks prosent gera tað ofta, 26 prosent viðhvørt.

Tað gongur eisini skeiva vegin við samanhaldinum í flokkunum. Fyri fýra árum síðani hildu 69 prosent av næmingunum, at samanhaldið var gott. Nú halda bara 56 prosent tað.

Og alsamt færri næmingar halda eisini, at tað er góður arbeiðsfriður í skúlanum. Fyri fýra árum síðani helt triði hvør næmingur, at tey høvdu góðan arbeiðsfrið. Í dag er tað bara fjórði hvør, sum heldur tað 

Fyri at bøta um støðuna verður í trivnaðarkanningini eitt nú mælt til at styrkja næmingaráðini fyri at skapa trivnað. Í mesta lagi 20 næmingar skulu vera í hvørjum flokki fyri at skapa arbeiðsfrið og møguleika at hugsavna seg. Og lærugreinar skulu skipast,so tær fanga áhugan hjá næmingunum.

Annika Helgadóttir Davidsen, sálarfrøðingur, sum hevur verið við til at gjørt trivnaðarkanningina, og Jónleif Johannesen, formaður í Skúlaleiðarafelagnum, vitjaðu í sjónvarpsstovuni.

 

 
Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Sunnudag 15. november
Guðstænasta í Haldarsvíkar kirkju
216428
Sunnudag 15. november
Filosofiskur 8.partur
216351
Leygardag 14. november
TEMAPLÁTAN 40: 'Fahrenheit', Toto, 1986
215932
Leygardag 14. november
Jambalaja - 141126
216417
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 15. november
Eitt dýpi av dýrari tíð 2:2
216214
Sunnudag 15. november
Andakt
216426
Leygardag 14. november
Eitt dýpi av dýrari tíð (1:2)
216213
Fríggjadag 13. november
Veðrið
216392
Fríggjadag 13. november
Dagur og vika - teknmálstulkað
216364