Útlánini hjá peningastovnunum eru 18,4 milliardir

Útlánini hjá peningastovnunum eru 18,4 milliardir
Útlánsvøksturin hevur verið 1,6 milliardir seinasta árið
Vøksturin í útlánunum hjá føroysku bankunum var 9,5 prosent í august. (Savnsmynd)
 
13.10.2023 - 09:52

Vøksturin í útlánunum hjá føroysku bankunum var 9,5 prosent í august, roknað sum eitt tríggjar mánaða miðaltal samanborið við sama tíðarskeið í fjør. 

Tá útlánini hjá donsku peninga- og realkredittstovnunum verða løgd aftrat útlánunum hjá føroysku peningastovunum, er vøksturin 5,7 prosent.

Útlánini hjá føroysku peningastovunumum vóru 18,4 milliardir í august, skrivar Landsbankin.

Tey vóru 16,8 milliardir í august í fjør.

Útlánini hjá donskum peninga- og realkredittstovnum eru minkað góðar 400 milliónir.

Íslendskir bankar eru eisini á føroyska marknaðinum.

Teirra útlán til vinnuna í Føroyum var ein milliard í juli 2023.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Sunnudag 11. oktober
Bolero
214602
Sunnudag 11. oktober
Guðstænasta í Sandavágs kirkju
214601
Sunnudag 11. oktober
Filosofiskur 4.partur
214536
Leygardag 10. oktober
Jambalaja - 101026
214589
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 11. oktober
Møti úr Oasuni í Hoyvík
214615
Sunnudag 11. oktober
Andakt
214609
Leygardag 10. oktober
Sement 2026
214595
Fríggjadag 9. oktober
Veðrið
214576
Fríggjadag 9. oktober
Dagur og vika - teknmálstulkað
214531