Fakfeløg vilja hava nýggjan hjálparpakka alt fyri eitt

Fakfeløg vilja hava nýggjan hjálparpakka alt fyri eitt
Prísvøksturin síðstu árini ger, at nógvar familjur vita ikki síni livandi ráð, nú veturin og jólini nærkast
Sonja Jógvansdóttir er samskipari í Samtaki.
 
23.10.2023 - 13:14

Hjálparpakkin til fíggjarliga sperdar familjur má setast í gildi aftur beinanvegin.

Ógvisligi prísvøksturin síðstu árini ger, at nógvar familjur vita ikki síni livandi ráð, nú veturin og jólini nærkast

Tað siga Føroya Arbeiðarafelag, Havnar Arbeiðarafelag, Klaksvíkar Arbeiðkvinnu- og arbeiðsmannafelag og Føroya Fiskimannafelag í felags fráboðan fyrrapartin.

- Prísvøksturin hevur verið stórur seinastu fýra árini, umleið 20 prosent, og lønirnar eru verri enn so fylgdar við. Rentur, húsaleiga og matvøruprísir eru ógviliga nógv hækkað, og hetta merkist allastaðni. Tað sansar veruliga at, og vit noyðast sum samfelag at taka ábyrgd, hóast orsøkirnar til íkomnu støðuna koma uttanífrá, siga feløgini.

Hoyr samrøðu við Sonju Jógvansdóttir, samskipara í Samtaki, í útvarpstíðindunum: 

 

23102023_Sonja_Jogvansdottir


Sí áheitanina frá fakfeløgunum her.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Fríggjadag 6. november
Vikuskiftið 6 nov 2026
216044
Fríggjadag 6. november
Eitt korter við jazzi 5. november 2026
216040
Fríggjadag 6. november
LEITISSTEIN 06.11.2026 (Benjamin Rajani)
216031
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 6. november
Dagur og vika - teknmálstulkað
216011
Hósdag 5. november
Veðrið
215981
Hósdag 5. november
Talvið um Tinganes (1:2)
215911
Mikudag 4. november
Hondbóltur: Føroyar - Kosovo
215928
Mikudag 4. november
Dagur og vika - teknmálstulkað
215890