Uppsjóvarvirkini halda ondini

Uppsjóvarvirkini halda ondini
Ger Russland álvara av ætlanini um innflutningsbann, kann avleiðingin vera, at uppsjóvarvirkini standa still, nú sildavertíðin byrjar
Higartil í ár er makrelur fyri góðar 320 mió. kr seldur til Russlands og sild fyri 165 mió. kr. (Savnsmynd)
 
24.10.2023 - 13:12

Tað er ein tíðandi útflutningsmarknaður, sum er í vanda, um Russland ger álvara av at seta innflutningsbann fyri føroyskum uppsjóvarfiski.

Í tíðindaskrivinum hjá Interfax verða trý fiskasløg nevnd, sum bann kann setast fyri. Tey eru makrelur, sild og lodna.

Føroyar útflyta ikki lodnu til Russlands, men higartil í ár er makrelur fyri góðar 320 mió. kr. farin til Russlands úr Føroyum, og sild fyri 165 mió. kr., vísa tøl frá Hagstovuni, sum eru til august í ár.

 

Bogi Jacobsen er stjóri í Varðanum Pelagic.

 

Árini 2019, '20 og '21 hevur virðið á útflutninginum  av makreli og sild til Russlands verið umleið eina milliard krónur. Í  fjør minkaði virði á silda- og makrelútflutninginum til Russlands  niður í góða hálva milliard krónur.

Og føroysku virkini halda nú ondini, um russar gera álvara av ætlanunum. Tí avleiðingin kann vera, at uppsjóvarvirkini standa still, nú sildavertíðin byrjar.

Tað sigur Bogi Jacobsen, stjóri á Varðanum Pelagic.

Hoyr innslag í útvarpstíðindunum:

 

24102023_Bogi_Jacobsen

 

 

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Fríggjadag 6. november
Vikuskiftið 6 nov 2026
216044
Fríggjadag 6. november
Eitt korter við jazzi 5. november 2026
216040
Fríggjadag 6. november
LEITISSTEIN 06.11.2026 (Benjamin Rajani)
216031
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 6. november
Veðrið
216045
Fríggjadag 6. november
Dagur og vika - teknmálstulkað
216011
Hósdag 5. november
Veðrið
215981
Hósdag 5. november
Talvið um Tinganes (1:2)
215911
Mikudag 4. november
Hondbóltur: Føroyar - Kosovo
215928