Spennandi dokumentarvetur í sjónvarpinum

Um KVFTíðindi
Spennandi dokumentarvetur í sjónvarpinum
Hóskvøldsdokumentararnir í sjónvarpinum í vetur fara at fevna um alt frá at vera skeivur sum ein hani og kensluborna ungdómslívið til at bóndast í Stóru Dímun
 
24.10.2023 - 15:48

Vetrarskráin í Kringvarpinum er rættiliga farin á glið, og hóskvøld er nú aftur dokumentarkvøld. Og føroyingar kunnu gleða seg, tí talan er um eina sera fjølbroytta skrá. 

Vit leggja fyri komandi hóskvøld við dokumentarsending um Jóan Jakku Guttesen, og vit steðga ikki á aftur, fyrr enn veturin er av. 

Niðanfyri kanst tú lesa um sendingarnar, sum eru á skrá fram til jólar.

Allar sendingarnar verða sendar í sjónvarpinum og at finna á kvf.fo.

Tónleikaímyndin úr Sørvági

Vit leggja í vaðið hóskvøldið 26. oktober við dokumentari um Jóan Jakku Guttesen, hvørs orð og løg hava ríkað føroyska tónleikaheimin í mong ár. Fáur megnar sum Jóan Jakku og hansara vinfólk í Tinganesti og Vágaverki at fáa lív í fjøldina á konsertum og festivalum. Í hugfloygdu tekstunum eru eisini máliskur, ið hava vunnið hevd. "Skeivur sum ein hani" kann eingin annar enn Jóan Jakku siga. 

brellbita úr sendingini her.

Hvat: Skeivur sum ein hani
Nær: 26. oktober

Bóndalív í Stóru Dímun 

2. og 9. november senda vit dokumentarstuttrøð um lívið í Stóru Dímun. Í 12 ár hava tvey húski búð í Stóru Dímun, og fýra vaksin fólk hava verið felags um arbeiðið á garðinum. Men síðani í fjørheyst hava bóndahjúnini Eva úr Dímun og Jógvan Jón Petersen verið einsamøll og gjørt alt tað dagliga arbeiðið í oynni. Tvey hóskvøld á rað fylgja vit teimum báðum í dagliga arbeiðnum.

Hvat: Stóra Dímun
Nær: 2. og 9. november

“Vit mugu gerast betri til at tosa um kenslur sum heild”

Tað heldur Maria Winther Olsen, annar av leikstjórunum av ungdómsheimildarrøðini 'Sært tú meg?’

Í eini roynd at seta orð á kenslurnar verða fýra ung, fremmand fyri hvørjum øðrum, sett saman. Kunnu tey leggja meiningarnar hjá øðrum á hillina og tosa beint frá hjartanum?

Hetta hava Maria Winther Olsen og Anna Joensen-Næs gjørt av at kanna. Ungdómsheimildarrøðin 'Sært tú meg?', sum var sera væl móttikin í fjør, heldur nú fram í fýra pørtum. Fyrsti partur verður hóskvøldið 16. november.

Hvat: Sært tú meg?
Nær: 16., 23., 30. november og 7. desember

Stórur maður í Voxbotni

So fara vit til Havnar at fylgja við Mariusi DC, tá hann fyrireikar seg til stóru konsertina í Voxbotni. Vit fylgja honum í fyrireikingunum vikuna áðrenn konsertina, sum endar hálvlunkað. Tað vísir seg tó, at spælingin bert verður upphiting til eina ógloymandi konsertuppliving seinni um kvøldið, tá ungi rapparin sleppur upp á pall við eini stórari fyrimynd.

Stórur maður í Voxbotni er á skránni tann 14. desember.

Hvat: Stórur maður í Voxbotni
Nær: 14. desember

Foytar jólagreyðir

Beint fyri jól, 21. desember, fara Tróndur Vatnhamar og Kári Sólstein aftur at borðreiða við jólamati í einum serligum jólaparti av Foytum greyðum.

Eins og í fjør fara teir at borðreiða við klassiskum jólamati við einum “tvisti”. Konseptið er simpult – tveir leikmenn gera mat eftir gomlum, føroyskum uppskriftum, og so ferðast teir eisini runt landið og gera mat saman við ymiskum fólkum.

Maturin er kryddaður við skemti.

Hvat: Foytar jólagreyðir
Nær: 21. desember

Tónleikurin fer í luftina

Í luftini er ikki dokumentarrøð, men hon verður kortini send fýra hóskvøld á rað aftan á dokumentarsendingina. Í fyrsta parti, sum er komandi hóskvøld, er Elinborg Pálsdóttir gestur.

Í sendingini tosa vit við fløguaktuellar tónleikarar, sum framføra løg av nýggjastu útgávuni. 

Sendingin er samstarv millum Kringvarp Føroya og FMX, Faroe Music Export.

Hvat: Í luftini
Nær: 26. oktober, 2., 9. og 16. november

 

Nýggjastu sendingar í ÚV
Mánadag 28. oktober
Morgunlestur mánadagur 28. oktober 2024
182552
Sunnudag 27. oktober
Bolero 27. oktober 2024
182620
Sunnudag 27. oktober
Guðstænasta úr Bíggjar kirkju
182619
Nýggjastu sendingar í SV
Leygardag 26. oktober
Sært tú fuglin? II (2:2) - teknmálstulkað
182605
Leygardag 26. oktober
Veðrið - teknmálstulkað
182600
Leygardag 26. oktober
Dagur og vika - teknmálstulkað
182599
Fríggjadag 25. oktober
Veðrið
182590
Fríggjadag 25. oktober
Breddin: Rúsevni og politiska støðan
182580

Um kvf css