Góðan morgun Føroyar

Vit skulu øll hittast aftur í morgin
25-10-2023
Tað er ein trupul støða hjá einum handilsrekandi, tá tú fangar ein, sum stjelur, tí ofta eru hetta fólk, sum tú hevur dagligt samband við

Nú inflatiónin hevur gjørt tað truplari hjá nógvum føroyingum at fáa pengarnar at røkka til tað, teimum tørvar, rópa handilsrekandi varskó, tí stuldur er vorðin alt meira vanligur í nógvum handlum.

- Lat meg gera greitt beinan vegin, at vit tosa um ein sera lítlan part av teimum, sum búgva her á landi, sigur Bergur D. Jensen, formaður í Handilsvinnufelagnum, ið er felagið hjá teimum, ið reka handil í Føroyum.

- Flestu føroyingar eru hampafólk, ið hvørki eru betri ella verri enn fólkini í grannalondum okkara, tá tað snýr seg um stuldur.

Hóast hetta, so trupulleikin vaksandi, men ofta er trupult hjá vinnurekandi at taka støðu til, hvat skal gerast.

- Sjálvur trúgvi eg mest upp á fyribyrgjandi arbeiði og kunning, soleiðis at vit sleppa trupulleikanum til lívs, áðrenn hann verður veruleiki, sigur Bergur og bjóðar til fundar um júst hetta evni.

Meira kann lesast um Handilsvinnufelagið og um fundin um stuldur á heimasíðuni industry.fo

Góðan morgun Føroyar

Góðan morgun Føroyar er á skránni gerandismorgnar frá klokkan 7:35 til 9:50. Sendingin loftar aktuellum evnum, hevur fastar tættir og leggur upp til interaktivitet. Alt er kryddað við tónleiki, nýggjum og eldri.
Samband: gmf@kvf.fo, telefonnummar +298 347500
Viðmerkingar í býnum, føroyskar røður
15-10-2026
Leivur vil liva, veðrið
15-10-2026
Hvat krevst fyri at lata arbeiðsmarknaðin upp fyri fólki, ið hava skerdan førleika? Og hvussu er lívið aftaná krabbamein?
14-10-2026
Góður morguntónleikur og veðurforsøgnin frá Veðurstovu Føroya
14-10-2026
Nýggj bók um Mikladals kirkju og heystfjøllini gingin
13-10-2026
Góður morguntónleikur og veðurforsøgnin frá Veðurstovu Føroya
13-10-2026
Menning av vørum úr sjónum, Jens Jákup Hansen
12-10-2026
Prát og veðrið
12-10-2026
Nýggja framleiðslufelagið Bad Weather Productions og kapping
09-10-2026
Prát og veðrið
09-10-2026
Bróstkrabbi, Janus Rasmussen
08-10-2026
Fólk og dólgar í Kardamummubýnum, veðrið
08-10-2026