Góðan morgun Føroyar

Neinbjørn veittrar sjúkrabilinum farvæl
27-10-2023
- At hjálpa fólkum, tá ið tey eru í neyð, er ein góð kensla, sigur Neinbjørn Nattestad, sum í 33 ár hevur arbeitt sum ambulansuviðgeri í sjúkraflutningstænastuni

- Klárar tú ikki at leggja arbeiðið frá tær, tá ið tú ert heima og hevur frí, so heldur tú ikki leingi til hetta starvið.

Orðini eigur 70 ára gamli Neinbjørn Nattestad úr Miðvági.

Í 33 ár hevur hann arbeitt sum ambulansuviðgeri í sjúkraflutningstænastuni, men 5. september í ár hevði hann sín seinasta arbeiðsdag í føstum starvi.

Og júst seinasti arbeiðsdagur bleiv heilt serligur.

- Tað byrjaði sum ein vanlig vakt, men tey løgdu eitt fiktivt útkall til rættis, soleiðis at tey seinni kundu taka meg á bóli. Har vóru bæði sløkkilið, politi, starvsfelagar, familja og vinir til staðar, og eg skilti als einki av tí heila, sigur Neinbjørn Nattestad um minniligu seinastu vaktina, sigur Neinbjørn Nattestad.

Hóast Neinbjørn Nattestad er givin í fasta starvinum, sleppur hann ikki arbeiðnum heilt.

- Eg hevði sett mær fyri, at eg ikki skuldi hava eitt fast starv, tá ið eg bleiv 70. Tað vil so eisini siga, at eg taki kortini fegin onkra vakt afturat, um tørvur verður á tí, sigur Neinbjørn Nattestad.

Í morgunsendingini hyggur Neinbjørn Nattestad aftur á tey 33 árini, hann hevur arbeitt sum ambulansuviðgeri.

Góðan morgun Føroyar

Góðan morgun Føroyar er á skránni gerandismorgnar frá klokkan 7:35 til 9:50. Sendingin loftar aktuellum evnum, hevur fastar tættir og leggur upp til interaktivitet. Alt er kryddað við tónleiki, nýggjum og eldri.
Samband: gmf@kvf.fo, telefonnummar +298 347500
Skynsom talgilding, Ráðið fyri ferðslutrygd 50 ár
05-10-2026
Prát og veðrið
05-10-2026
South Border, Suni Merkistein
02-10-2026
Prát og veðrið
02-10-2026
Sangur til oyggjaleikir, og anleggsgartnarar
01-10-2026
Prát og veðrið
01-10-2026
Rekamaðurin, Hans Ellefsen
30-09-2026
Prát og veðrið
30-09-2026
Føðingardagshagtøl og veðrið
29-09-2026
Norðurlendskur kokkadystur, náttúrugrundaðar loysnir
28-09-2026
Prát og veðrið
28-09-2026