Góðan morgun Føroyar

Her kanst tú saktans leggja ein bý
27-10-2023
Økið kring brúnna við Streymin, sum hátíðarheldur 50 ár um vikuskiftið, er væl egnað til býarbygging, heldur fyrrverandi løgmaður Edmund Joensen

Hann hevur búð í økinum síðan seinnu helvt av 60unum, og hevur tí fingið alt við, tá tað kemur til byggingina av brúnni um Streymin, ið varð tikin í nýtslu í 1973.

Ikki kann sigast annað enn, at brúgvin hevur havt stóran týdning fyri økið kring Oyrabakka, har Edmund Joensen og familjan hava húsast sum nærmastu grannar hjá brúnni.

- Áðrenn brúgvin kom, búðu vit 'bara' í Eysturoynni, meðan vit nú búgva í mið-Føroyum, og tá máttu vit við báti, um vit skuldu til Havnar til dømis.

Nýggja ferðslusambandið hevði við sær, at víðari útbyggingar vórðu gjørdar víðari, soleiðis at sundalagsfólk brádliga høvdu samband við bæði Skálafjørðin og bygdirnar á eystursíðuni á Eysturoynni og við Norðuroyggjar. Hetta var sum vera mann kollveltandi fyri økið kring brúnna.

- Tað hevði við sær, at alt samfelagið her broyttist. Bæði ferðamátar og handilsviðurskifti broyttust, tí vit fingu bæði heilsølu- og oljubilar í túnið, og menningin tók ferð á seg.

Møguleikarnir frameftir eru eisini nógvir, kanska serliga tí Sunda kommuna fevnir um eitt so stórt øki við góðum upplandi, har pláss er fyri stórari menning og bygging.
 

Góðan morgun Føroyar

Góðan morgun Føroyar er á skránni gerandismorgnar frá klokkan 7:35 til 9:50. Sendingin loftar aktuellum evnum, hevur fastar tættir og leggur upp til interaktivitet. Alt er kryddað við tónleiki, nýggjum og eldri.
Samband: gmf@kvf.fo, telefonnummar +298 347500
South Border, Suni Merkistein
02-10-2026
Prát og veðrið
02-10-2026
Sangur til oyggjaleikir, og anleggsgartnarar
01-10-2026
Prát og veðrið
01-10-2026
Rekamaðurin, Hans Ellefsen
30-09-2026
Prát og veðrið
30-09-2026
Føðingardagshagtøl og veðrið
29-09-2026
Norðurlendskur kokkadystur, náttúrugrundaðar loysnir
28-09-2026
Prát og veðrið
28-09-2026