Sjúkrahúsverkið hevur biðið um fleiri undantøk

Sjúkrahúsverkið hevur biðið um fleiri undantøk
Galdandi undantøk fara úr gildi klokkan fýra seinnapartin
Verkfallið í Sjúkrausverkinum gongur nú á fimtu viku. (Savnsmynd: Bjarni Árting Rubeksen)
 
31.10.2023 - 13:01

Sjúkrahúsverkið hevur biðið Felagið Føroyskir Sjúkrarøktarfrøðingar um fleiri undantøk frá verkfallinum, sum nú gongur fimtu viku.

Undantøkini, sum vóru givin i gjár, fara úr gildi klokkan fýra seinnapartin.

Steinar Eirikstoft, forstjóri í Sjúkrahúsverkinum, sigur, at tey vænta at fáa svar um umbønina um undantøk tíðliga seinnapartin.

 

Steinar Eirikstoft, forstjóri í Sjúkrahúsverkinum. 

 

Deildarleiðarar eisini undantøk

Sjúkrahúsverkið fekk í gjár eisini fyri fyrstu ferð undantøk til deildarleiðarar at gera ítøkiligar uppgávur í tveir dagar,  m.a. at gera klárt til lønarflytingar, arbeiðsætlan fyri desember og ætlan fyri lesandi.

Sjúkrahúsverkið hevur í løtuni undantøk fyri 38 dagvaktir, 27 kvøldvaktir og 19 náttarvaktir, tað svarar til umleið eina vikuskiftismanning.
 

Nógv bíða eftir viðgerð

Støðan í løtuni er tann, at 1200 viðtalur á ambulatoriunum á teimum trimum sjúkrahúsunum eru útsettar.

Verkfallið hevur eisini við sær, at 220 skurðviðgerðir eru útsettar, og tey, sum skulu undir skurð, kunna ikki vænta at sleppa framat fyrr enn í fyrsta ársfjórðingi næsta ár, sigur Steinar Eirikstoft.

Hoyr samrøðu, sum Marjun Dalsgaard gjørdi við hann í útvarpstíðindunum: 

 

31102023_Steinar

 

Tað hevur ikki eydnast okkum at fáa orðið á Óluvu í Gong, forkvinnu í Felagnum Føroyskir Sjúkrarøktarfrøðingar.

Klokkan tvey hittast álitisfólkini og nevndirnar í fakfeløgunum á almenna arbeiðsmarknaðinum at viðgera støðuna.


 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Týsdag 10. november
Áin (brot)
216037
Mánadag 9. november
Norðurljóð 9.november 2026
215023
Mánadag 9. november
Meðan dunnurnar eta breyð
216036
Mánadag 9. november
RagnarRokk: Morten Toft Hansen um Prisoner
215801
Mánadag 9. november
Møti hjá Brøðrasamkomuni við Tjarnir
216106
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 8. november
Bygdarlív 3 - Skálavík
216096
Sunnudag 8. november
Hondbóltur: Montenegro - F'øroyar
216095
Sunnudag 8. november
Møti hjá Heimamissiónini við Tjarnir
216089
Sunnudag 8. november
Andaktin við Anju Bjerkenes
216083