Setrið og Kommunufelagið fara í granskingarsamstarv

Setrið og Kommunufelagið fara í granskingarsamstarv
Høvuðsdenturin í SetursKom er at menna verkætlanir um gransking og nýmenning
Magni Mohr, vararektari fyri gransking, og Tórbjørn Jacobsen, formaður í Kommunufelagnum, skrivaðu undir avtaluna, sum hevur fingið heitið SetursKom.
Mynd: Fróðskaparsetrið  
 
31.10.2023 - 13:58

Fróðskaparsetur Føroya og Kommunufelagið hava gjørt fimm ára avtalu um at menna og skipa granskingarsamstarv.

Samstarvsavtalan eitur SetursKom, og tað eru Magni Mohr, vararektari fyri gransking á Setrinum, og Tórbjørn Jacobsen, formaður í Kommunufelagnum, sum hava skrivað undir avtaluna. 

Høvuðsdenturin í henni er at menna verkætlanir um gransking og nýmenning.

 

Stórt virkisøki

- Kommunurnar í dag hava stórt og alsamt vaksandi virkisøki. Meira enn triðja hvør almenn skattakróna verður nú brúkt til at røkja uppgávur í kommunala geiranum. Talan er um alt, frá tekniska undirstøðukervinum í kommununi til allar borgararelateraðar tænastur, frá vøggu til grøv, sigur Tórbjørn Jacobsen.

Uppgávurnar, sum formaðurin í Kommunufelagnum tosar um, vaksa skjótt í vavi, bæði á tekniska og fysiska økinum, eins væl og á sosiala økinum. Virkisøkið er umftanadi, og fyri at reka tað skynsamt, krevst vitan og nýhugsan.

 

Universitetsskommunuskipan

- Heimurin broytist skjótt, og dagsins samfelag krevur snildar og burðardyggar loysnir. Kommunurnar hava nógvar avbjóðingar í dag, sum tykjast vaksa, sum tíðin líður.

- Hetta vilja vit á Setrinum hjálpa kommununum við og ætla at menna eina føroyska universitetskommunuskipan, har gransking verður sett í verk á kommunalum stigi, og har granskingargrundaðar loysnir verða mentar, sigur Magni Mohr, vararektari fyri gransking á Fróðskaparsetrinum.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Týsdag 10. november
Áin (brot)
216037
Mánadag 9. november
Norðurljóð 9.november 2026
215023
Mánadag 9. november
Meðan dunnurnar eta breyð
216036
Mánadag 9. november
RagnarRokk: Morten Toft Hansen um Prisoner
215801
Mánadag 9. november
Møti hjá Brøðrasamkomuni við Tjarnir
216106
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 8. november
Bygdarlív 3 - Skálavík
216096
Sunnudag 8. november
Hondbóltur: Montenegro - F'øroyar
216095
Sunnudag 8. november
Møti hjá Heimamissiónini við Tjarnir
216089
Sunnudag 8. november
Andaktin við Anju Bjerkenes
216083