Hevur sett seg í samband við semingsmannin

Hevur sett seg í samband við semingsmannin
Ruth Vang hevur sett seg í samband við semingsmannin í gjárkvøldið, men hann hevur ikki tikið samráðingarnar upp aftur, sigur Terji Sigurðsson.
Ruth Vang, landsstýriskvinna, og Súni Selfoss, formaður í Starvsfelagnum.
Mynd: Bjarni Árting Rubeksen  
 
02.11.2023 - 09:18

- Eg kann lova tær fyri, at eg taki samráðingarnar uppaftur, um nakað broytist grundleggjandi.

Tað sigur Terji Sigurðsson, semingsmaður, sum ikki vil siga meira um innihaldið av tí, sum Fíggjarmálaráðið hevur sent til sín.

Ruth Vang, landsstýrskvinna, sigur við útvarpið í morgun, at hon hevur vent sær til semingsmannin í gjárskvøldið.

Men Óluvá í Gong, forkvinna í Felagnum Føroyskir Sjúkrarøktarfrøðingar, hevur einki hoyrt frá nøkrum, segði hon i tíðindunum í morgun.

Og tað er rætt at semingsmaðurin ikki hevur sett seg í samband við sjúkrarøktarfrøðingarnar . Hann hevur ikki tikið samráðingarnar uppaftur, sigur Terji Sigurðsson.

Hann tekur bara samráðingarnar uppaftur um okkurt broytist grundleggjandi.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Týsdag 10. november
Áin (brot)
216037
Mánadag 9. november
Norðurljóð 9.november 2026
215023
Mánadag 9. november
Meðan dunnurnar eta breyð
216036
Mánadag 9. november
RagnarRokk: Morten Toft Hansen um Prisoner
215801
Mánadag 9. november
Møti hjá Brøðrasamkomuni við Tjarnir
216106
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 8. november
Bygdarlív 3 - Skálavík
216096
Sunnudag 8. november
Hondbóltur: Montenegro - F'øroyar
216095
Sunnudag 8. november
Møti hjá Heimamissiónini við Tjarnir
216089
Sunnudag 8. november
Andaktin við Anju Bjerkenes
216083