Løgtingið sendi sjúkrarøktarfrøðingar aftur til arbeiðis

Løgtingið sendi sjúkrarøktarfrøðingar aftur til arbeiðis
Við 19 atkvøðum fyri og sjey ímóti samtykti løgtingið í kvøld, at nakrir sjúkrarøktarfrøðingar skulu aftur til arbeiðis soleiðis, at heilsuverkið virkar hóast verkfallið
Ónøgdir sjúkrarøktarfrøðingar harta Eyðdis Hartmann Niclasen og Erhard Joensen úr Sambandsflokkin fyri, at tey atkvøddu fyri, at løgtingið legði seg út í verkfallið hjá teimum
Mynd: Bjarni Árting Rubeksen  
 
02.11.2023 - 20:28

Løgtingsuppskotið um at leingja sáttmálan millum øðrumegin Felagið Føroyskir Sjúkrarøktarfrøðingar og hinumegin Fíggjarmálaráðið fyri ávís størv í Sjúkrahúsverkinum bleiv í kvøld samtykt. 

Hetta merkir, at nakrir sjúkrarøktarfrøðingar, sum annars løgdu arbeiðið niður í dag, skulu aftur til arbeiðis soleiðis, at heilsuverkið framvegis virkar og at lív og heilsa hjá fólki ikki kemur í vanda. 

Teir tríggir samgonguflokkarnir, Javnaðarflokkurin, Tjóðveldi og Framsókn, atkvøddu saman við fýra sambandsfólkum, Erhard Joensen, Eyðdis Hartmann Niclasen, Helga Abrahamsen og Magnus Rasmussen, fyri uppskotinum. 

Sjey atkvøður vóru ímóti, og vóru tað teir fýra fólkafloksmenninir, sum vóru á tingfundinum, báðir tinmenninir hjá Miðflokkinum,og so Kaj Leo Holm Johannesen úr Sambandsflokkinum.

 

Fyri (19) Ímóti (7)

Hanna Jensen, Framsókn
Sólvit E Nolsø, Framsókn
Birita Matras Petersen, Javnaðarfl.
Eyðgunn Samuelsen, Javnaðarfl.
Hans Jacob Thomsen, Javnaðarfl.
Henrik Old, Javnaðarfl.
Jóhannis Joensen, Javnaðarfl.
Kim Durhuus, Javnaðarfl.
Kristianna Winther Poulsen, Javnaðarfl.
Súsanna Bertholdsen, Javnaðarfl.
Uni Holm Johannesen, Javnaðarfl.
Erhard Joensen, Sambandsfl.
Eyðdis Hartmann Niclasen, Sambandsfl
Helgi Abrahamsen, Sambandsfl.
Magnus Rasmussen, Sambandsfl.
Annika Olsen, Tjóðveldi
Bjørt Samuelsen, Tjóðveldi
Eirikur í Jákupsstovu, Tjóðveldi
Hervør Pálsdóttir, Tjóðveldi

Bárður á Lakjuni, Fólkaflokkurin
Beinir Johannesen, Fólkaflokkurin
Jacob Vestergaard, Fólkaflokkurin
Jørgen Niclasen, Fólkaflokkurin
Jenis av Rana, Miðflokkurin
Steffan Klein Poulsen, Miðflokkurin
Kaj Leo Holm Johannesen, Sambandsfl.

Sí uppskotið og viðgerðina av uppskotinum her. 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Týsdag 10. november
Áin (brot)
216037
Mánadag 9. november
Norðurljóð 9.november 2026
215023
Mánadag 9. november
Meðan dunnurnar eta breyð
216036
Mánadag 9. november
RagnarRokk: Morten Toft Hansen um Prisoner
215801
Mánadag 9. november
Møti hjá Brøðrasamkomuni við Tjarnir
216106
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 8. november
Bygdarlív 3 - Skálavík
216096
Sunnudag 8. november
Hondbóltur: Montenegro - F'øroyar
216095
Sunnudag 8. november
Møti hjá Heimamissiónini við Tjarnir
216089
Sunnudag 8. november
Andaktin við Anju Bjerkenes
216083