Starvsfelagið og Pedagogfelagið lýsa samhugaverkføll

Starvsfelagið og Pedagogfelagið lýsa samhugaverkføll
Limir hjá bæði Starvsfelagnum og Pedagogfelagnum fara í samhugaverkfall við sjúkrarøktarfrøðingunum
Jógvan Philbrow, formaður í Føroya Pedagogfelag, og Súni Selfoss, formaður í Starvsfelagnum
Mynd: Bjarni Árting Rubeksen  
 
02.11.2023 - 21:26

Starvsfelagið hevur í dag sent Fíggjarmálaráðnum hesa fráboðan um samhugaverkfall:

----------

Samhugaverkfall við Felagnum føroyskir sjúkrarøktarfrøðingar

Nú Landsstýrið og Løgtingið velja at lóggeva í stríðnum millum Fíggjarmálaráðið og Felagið Føroyskir Sjúkrarøktarfrøðingar, skulu vit boða frá, at vit ikki longur kenna okkum bundin av avtaluni frá 1. februar 2014 um fráboðanarform og fráboðanarfreist.

Starvsfelagið skal við hesum boða frá, at felagið lýsir samhugaverkfall á sáttmálaøkinum millum Fíggjarmálaráðið og Starvsfelagið frá á midnátt hóskvøldið 2. novembur 2023 til á midnátt fríggjakvøldið 3. novembur 2023.

Samhugaverkfallið umfatar limir felagsins, sum eru umfataðir av sáttmálanum millum Starvsfelagið og Fíggjarmálaráðið - eisini limir okkara, sum starvast hjá Føroya Løgtingi, Løgtingsins umboðsmanni og Landsgrannskoðanini.

Undantikin frá samhugaverkfallinum eru vaktsentralarnir á sjúkrahúsunum, bráfeingistúrar við sjúkrabili umframt skipini hjá Strandfaraskip Landsins, sum sigla samb. §46 a í sáttmálanum við Fíggjarmálaráðið.

Starvsfelagið
Súni Selfoss, formaður

 

Pedagongar eisini í verkfall

Føroya Pedagogfelag hevur somuleiðis boðað Fíggjarmálaráðnum frá, at sáttmálasettu limirnir fara í samhugaverkfall í morgin. :

----------

FRÁBOÐAN UM SAMHUGAVERKFALL

Nú Løgtingið hevur gjørt seg inn á verkfalsrættin frá Felagnum Føroyskir Sjúkrarøktarfrøðingar, hevur Føroya Pedagogfelag boða Fíggjarmálaráðnum frá, at sáttmálasettu limir Føroya Pedagogfelags fara í samhugaverkfall frá fríggjadegnum 3. november 2023 kl. 07.00 til fríggjadagin 3. november kl. 17.00.

Verkfallið er galdandi fyri allar limir sum starvast á dagtilboðum hjá Almannaverkinum:


Heimaráðgevingin
Verkstaðurin Stíggjur
Verkstaðurin á Brekku
Verkstaðurin Vón
Verkstaðurin Virkni
Verkstaðurin á Bakka
Dagtihaldið Heildin
Dagtilhaldið á Glyvrum
Dagtilhaldið Skotarók
Frítíðartilboðið í Vági
Dagtilhaldið Liljuteigur
Dagtilhaldið í Mýrusóljuni
Dagtilhaldið Fragdið
Dagtilhaldið Bólið
Dagtilboðið í Virknis og umlættingardeplinum
Frítíðarklubburin í Eysturoy, Klaksvík og á Frúutrøð
Frítíðartoymið á Høgabóli
Jolly Klubb
Klubb Trivni
Smíliklubbin
Verkshúsið Mylnugøta
Frítíðartilboðið Gerðagøta Klaksvík
Frítíðartoymið á Tingúsvegnum
Kafé og tilhaldsstaðið Fjálvi


Eisini skal nevndin í Føroya Pedagogfelag boða frá, at noktað verður limum felagsins at upptaka arbeiði, sum annars skuldi verið gjørt av øðrum fakbólkum, har yrkisfelagið hevur boða frá arbeiðssteðgi.

Nevndin

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mánadag 27. juli
Nert ikki við á Pride 2026
211326
Mánadag 27. juli
Oyggjar undir trýsti – 4. sending
210596
Mánadag 27. juli
Poppverturin 9
208463
Mánadag 27. juli
RagnarRokk: J. Asgaard um Hævnen
209128
Sunnudag 26. juli
Søgan um Johnny Cash 4. partur
211306
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 28. juli
Á ólavsøku 2026 - teknmálstulkað
211359
Týsdag 28. juli
Kendir føroyingar: Kjølbro
73163
Týsdag 28. juli
Upp á gólv - Ólavsøkuaftan 2026
211331
Týsdag 28. juli
Teim bilti ei magn og mót
48851
Týsdag 28. juli
Ólavsøkuróðurin 2026
211357