Terje leggur semingsuppskot fyri partarnar

Terje leggur semingsuppskot fyri partarnar
Eitt semingsuppskot verður lagt fyri Felagið Føroyskir Sjúkrarøktafrøðingar og Fíggjarmálaráðið klokkan 11 fyrrapartin í morgin. Tað váttar Terje Sigurðssson, semingsmaður.
Mynd: Bjarni Árting Rubeksen  
 
03.11.2023 - 19:03

Eftir at Semingsstovnurin fyrr í dag hartaði partarnar fyri ikki at vísa veruligan vilja til at flyta seg, tykist gongd nú vera komin á royndina at finna semju millum Felagið Føroyskir Sjúkrarøktarfrøðingar og Fíggjarmálaráðið.

Tað er Semingsstovnurin sjálvur, sum hevur tikið initiativ til hetta stigið.

-Jú, tað er okkara initiativ, at vit nú hava orðað eitt nýtt semingsuppskot, sigur Terje Sigurðsson, og sipar til sera fastløstu støðuna eftir at løgtingið í gjárkvøldi við lóg legði seg út í verkfallið.

Partarnir eru boðsendir at møta á skrivstovuni hjá Semingsstovninum klokkan 11 fyrrapartin í morgin, har tey skulu taka støðu til semingsuppskotið.

Um orsøkina til hetta stigið vísir Terje Sigurðsson á óvanligu og fastløstu støðuna júst nú.

-Tað er lítið sannlíkt, at partarnir sjálvir koma saman fyri at finna semju í einum dialogi. Har eru vit ikki. Tí hevur Semingsstovnurin tikið hesa avgerð, sigur Terje Sigurðsson.

Verkfallið byrjaði 2. oktober, og Semingsstovnurin hevur verið partur av hesi sáttmálatrætu síðani einaferð í september. 

-Tí kenna vit eftirhondini rættuliga væl sjónarmiðini hjá báðum pørtum, og við støði í tí hava vit orðað eitt nýtt semingsuppskot, sigur Terje Sigurðsson.  

Við útvarpið fyrr í dag segði Terje Sigurðsson, at skal nakað broytast í fastløstu støðuni, so mugu báðir partar greitt vísa ein veruligan vilja til at flyta seg. Tað gjørdi hann, eftir at løgtingið í gjárkvøldi legði uppí verkfallið, omnnur fakfeløg fóru í samhugaverkfall, og tað tyktist ísakalt millum stríðandi sáttmálapartarnar.

 

 

 

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Týsdag 10. november
Áin (brot)
216037
Mánadag 9. november
Norðurljóð 9.november 2026
215023
Mánadag 9. november
Meðan dunnurnar eta breyð
216036
Mánadag 9. november
RagnarRokk: Morten Toft Hansen um Prisoner
215801
Mánadag 9. november
Møti hjá Brøðrasamkomuni við Tjarnir
216106
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 8. november
Bygdarlív 3 - Skálavík
216096
Sunnudag 8. november
Hondbóltur: Montenegro - F'øroyar
216095
Sunnudag 8. november
Møti hjá Heimamissiónini við Tjarnir
216089
Sunnudag 8. november
Andaktin við Anju Bjerkenes
216083