95.000 tons eftir av norðhavssild

95.000 tons eftir av norðhavssild
Skip, sum hava egnar kvotur og ikki fiskaðu sína kvotu í fjør, kunnu flyta upp til 10 prosent av kvotuni í 2022 til 2023
Fyri einari viku síðani vóru bara 5.500 tons fiskað av norðhavssild. (Savnsmynd)
 
09.11.2023 - 08:15

Fyri einari viku síðani høvdu føroysk skip sløk 95.000 tons eftir av norðhavssild í ár.

Bara 5.500 tons vóru tá fiskað.

14.560 tons vóru eftir av makreli og 14.104 tons av svartkjafti.

Tað upplýsir Dennis Holm, landsstýrismaður, í svari til Henrik Old, løgtingsmann.

Skip, sum hava egnar kvotur og ikki fiskaðu sína kvotu í fjør, kunnu flyta upp til 10 prosent av kvotuni í 2022 til 2023. 

Eisini kunnu skip, sum hava egnar kvotur, fiska 10 prosent meira enn sína tillutaðu kvotu í 2023, sum so verður tikin burtur av kvotuni, sum skipið fær í 2024.


 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Týsdag 10. november
Áin (brot)
216037
Mánadag 9. november
Norðurljóð 9.november 2026
215023
Mánadag 9. november
Meðan dunnurnar eta breyð
216036
Mánadag 9. november
RagnarRokk: Morten Toft Hansen um Prisoner
215801
Nýggjastu sendingar í SV
Mánadag 9. november
Veðrið
216154
Sunnudag 8. november
Bygdarlív 3 - Skálavík
216096
Sunnudag 8. november
Hondbóltur: Montenegro - F'øroyar
216095
Sunnudag 8. november
Møti hjá Heimamissiónini við Tjarnir
216089
Sunnudag 8. november
Andaktin við Anju Bjerkenes
216083