Lærarafelagið kann vænta sektaruppskot fyri samhugaverkfallið

Lærarafelagið kann vænta sektaruppskot fyri samhugaverkfallið
Fasti gerðarrættur hevur staðfest, at samhugaverkfallið í síðstu viku var óheimilað stríðsstig
Tá løgtingið fyri viku síðani samtykti at leggja upp í verkfallið hjá sjúkrarøktarfrøðingunum, boðaði Lærarafelagið frá samhugaverkfalli. (Savnsmynd: Bjarni Árting Rubeksen)
 
09.11.2023 - 12:53

Fundur hevur verið millum Lærarafelagið og Fíggjarmálaráðið, um hvussu farast skal fram, nú Fasti gerðarrættur staðfesti, at tað var óheimilað stríðsstig, tá ið lærararnir fóru í samhugaverkfall við Felagið føroyskir sjúkrarøktarfrøðingar. 

 

Jan Mortensen er stjóri á Lønardeildini. (Mynd: Bjarni Árting Rubeksen)

 

Hoyr innslag í útvarpstíðindunum:

 

09112023_Jan_Mortensen

 

Jacob Eli S. Olsen er formaður í Lærarafelagnum.

 

Jacob Eli S. Olsen, formaður í Føroya Lærarafelag vil ikki gera samrøðu við útvarpið í dag.

Hann sigur í viðmerking, at Lærarafelagið hevur verið á fundi við lønardeildina í Fíggjarmálaráðnum um bót fyri óheimilað stríðsstig. Hann sigur eisini, at gongdin í løtuni er sum fyriskrivað í høvuðsavtaluni. 

Í 2012 fekk Føroya Lærarafelag  25.000 krónur í bót fyri óheimilað at fara í verkfall.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Týsdag 10. november
Áin (brot)
216037
Mánadag 9. november
Meðan dunnurnar eta breyð
216036
Mánadag 9. november
RagnarRokk: Morten Toft Hansen um Prisoner
215801
Mánadag 9. november
Møti hjá Brøðrasamkomuni við Tjarnir
216106
Sunnudag 8. november
Guðstænasta í Viðareiðis kirkju
216081
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 8. november
Bygdarlív 3 - Skálavík
216096
Sunnudag 8. november
Hondbóltur: Montenegro - F'øroyar
216095
Sunnudag 8. november
Møti hjá Heimamissiónini við Tjarnir
216089
Sunnudag 8. november
Andaktin við Anju Bjerkenes
216083