Á Breddanum: Tøkugjaldið og viðkvæmar heilsuupplýsingar

Á Breddanum: Tøkugjaldið og viðkvæmar heilsuupplýsingar
Tvey evni eru í sendingini í dag
140 starvsfólk á góðskingarvirkinum hjá Bakkafrosti eru søgd úr starvi á nýggjárinum. (Savnsmynd)
 
10.11.2023 - 09:41

Er tað í lagi og í samsvari við reglur um dátuvernd, at ein heilsumyndugleiki sendir fólki heilsuupplýsingar og aðrar viðkvæmar upplýsingar á eina hotmail-  ella gmail-adressu?

Tað seta vit á Breddan í dag.

Men fyrst hava vit boðið umboðum úr vinnunevndini hjá løgtinginum at kjakast um uppskotið hjá Sambandsflokkinum um tøkugjøld. 

Uppskotið fekk fyrstu viðgerð í tinginum mikukvøldið beint eftir, at 140 starvsfólk á góðskingarvirkinum hjá Bakkafrosti á Glyvrum høvdu fingið uppsøgn.

Undir viðgerðini funnust fleiri samgongufólk at landsstýrismanninum í vinnumálum, tí hann hevur lovað at broyta tøkugjøldini, men einki uppskot er komið.

Í útvarpsstovuni vera Erhard Joensen, formaður í vinnunevndini, og nevndarlimirnir Uni Holm Johannesen, Árni Skaale og Karlot Hergeirsson.

Breddin í útvarpinum klokkan 10 og á kvf.fo.

 
 

 

 

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Týsdag 10. november
Áin (brot)
216037
Mánadag 9. november
Meðan dunnurnar eta breyð
216036
Mánadag 9. november
RagnarRokk: Morten Toft Hansen um Prisoner
215801
Mánadag 9. november
Møti hjá Brøðrasamkomuni við Tjarnir
216106
Sunnudag 8. november
Guðstænasta í Viðareiðis kirkju
216081
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 8. november
Bygdarlív 3 - Skálavík
216096
Sunnudag 8. november
Hondbóltur: Montenegro - F'øroyar
216095
Sunnudag 8. november
Møti hjá Heimamissiónini við Tjarnir
216089
Sunnudag 8. november
Andaktin við Anju Bjerkenes
216083