Oljudálkingin í Froðba í landsrættin

Oljudálkingin í Froðba í landsrættin
Føroya rættur staðfesti í januar í ár, at Landsverk hevur ábyrgdina
1800 litrar av flúgvarabensini fóru út í lendið við tyrlupallin í Froðba náttina millum 22. og 23.januar 2018. (Savnsmynd)
 
14.11.2023 - 08:37

Oljudálkingin í Froðba í 2018 verður viðgjørd í Eystari landsrætti í morgin.

Føroya rættur staðfesti í januar á ár, at Landsverk hevur ábyrgdina.

Landsverk var dømt at rinda 20.000 kr. í sekt fyri brot á umhvørvisverndarlógina.

 

1800 litrar

1800 litrar av flúgvarabensini fóru út í lendið við tyrlupallin í Froðba náttina millum 22. og 23.januar 2018.

Effo bunkraði til Landsverk, sum umistur tyrlupallarnar.

Sambært ákæruvaldinum vóru bæði Effo og Landsverk sek, men Føroya rættur fríkendi Effo.

Ákæruvaldið kravdi, at Landsverk fekk 150.000 kr. í sekt og Effo 200.000 kr., tí Effo er dømt fyri eitt líkt mál í 2016.

 

Krevur endurgjald

Bæði Landsverk og Effo noktaðu seg sek.

Tann, sum eigur lendið, krevur endurgjald.

Landsverk appelleraði til landsrættin, og ákæruvaldið hevur mótappellerað.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mánadag 9. november
RagnarRokk: Morten Toft Hansen um Prisoner
215801
Mánadag 9. november
Møti hjá Brøðrasamkomuni við Tjarnir
216106
Sunnudag 8. november
Guðstænasta í Viðareiðis kirkju
216081
Sunnudag 8. november
Filosofiskur 7. partur
216049
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 8. november
Bygdarlív 3 - Skálavík
216096
Sunnudag 8. november
Hondbóltur: Montenegro - F'øroyar
216095
Sunnudag 8. november
Møti hjá Heimamissiónini við Tjarnir
216089
Sunnudag 8. november
Andaktin við Anju Bjerkenes
216083