Hitta semingsmenninar fyrrapartin

Hitta semingsmenninar fyrrapartin
Fundur verður við partarnar í sáttmálatrætuni klokkan 11
Semingsmenninir hava boðsent pørtunum til fundar klokkan 11. (Savnsmynd: Bjarni Árting Rubeksen)
 
14.11.2023 - 09:37

Umboð fyri Felagið føroyskir sjúkrarøktarfrøðingar og Lønardeildina í fíggjarmálaráðnum skulu hitta semingsmenninar í dag kl. 11. 

Partarnir vóru á fundi saman við semingsmonnunum, til seint í gjárkvøldið, har tey viðgjørdu møguleikan fyri semju ímillum partarnar. 

Hvørki Jan Mortensen, leiðari á Lønardeildini, ella Óluva í Gong, forkvinna í Felagnum føroyskir sjúkrarøktarfrøðingar, hava nakra viðmerking í morgun.

Tað hevur ikki eydnast okkum at fáa samband við Semingsstovnin í morgun. 

Verkfallið gongur nú á sjeyndu viku. 

Fróði Sivertsen, varasemingsmaður, segði við útvarpið í gjárkvøldið, at partarnir vóru hvør sær bodnir á fund í gjár fyri at vita, um nakar møguleiki er at hóma fyri at koma víðari.

Fundurin kl. 11 verður í hølunum hjá Semingsstovninum.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mánadag 9. november
RagnarRokk: Morten Toft Hansen um Prisoner
215801
Mánadag 9. november
Møti hjá Brøðrasamkomuni við Tjarnir
216106
Sunnudag 8. november
Guðstænasta í Viðareiðis kirkju
216081
Sunnudag 8. november
Filosofiskur 7. partur
216049
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 8. november
Bygdarlív 3 - Skálavík
216096
Sunnudag 8. november
Hondbóltur: Montenegro - F'øroyar
216095
Sunnudag 8. november
Møti hjá Heimamissiónini við Tjarnir
216089
Sunnudag 8. november
Andaktin við Anju Bjerkenes
216083