Færri lønir í oktober

Færri lønir í oktober
961 milliónir vóru goldnar í lønum í oktober afturímóti 989 milliónum í september
Lønargjaldingar eru A-skattskyldugar lønir, sum fyritøkur við heimstaði í Føroyum gjalda. (Savnsmynd)
 
14.11.2023 - 11:31

Nakað minni var goldið í lønum í oktober enn í september.

Í oktober vóru goldnar 961 milliónir krónur í A-skattskyldugm lønum.

Talið var 989 milliónir í september, skrivar Hagstovan.

Menn fáa framvegis meira enn kvinnurnar í løn. Í oktober fingu menn 592 milliónir og kvinnur 369,5 milliónir.

 

Desermber setti met

Tað mesta, sum er goldið í lønum, vóru ein milliard og 76 milliónir krónur. Tað var í desember í fjør.

Lønargjaldingar eru A-skattskyldugar lønir, sum fyritøkur við heimstaði í Føroyum gjalda.

Útlendskar fyritøkur ella fyritøkur, sum ikki hava virksemi í Føroyum, telja ikki við.

B-skattskyldugar inntøkur, samsýningar, lønarískoyti frá arbeiðsloysisskipanum og útgjøld, so sum veitingar og eftirlønir, eru heldur ikki við.
 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mánadag 9. november
RagnarRokk: Morten Toft Hansen um Prisoner
215801
Mánadag 9. november
Møti hjá Brøðrasamkomuni við Tjarnir
216106
Sunnudag 8. november
Guðstænasta í Viðareiðis kirkju
216081
Sunnudag 8. november
Filosofiskur 7. partur
216049
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 8. november
Bygdarlív 3 - Skálavík
216096
Sunnudag 8. november
Hondbóltur: Montenegro - F'øroyar
216095
Sunnudag 8. november
Møti hjá Heimamissiónini við Tjarnir
216089
Sunnudag 8. november
Andaktin við Anju Bjerkenes
216083