Fáa 10 prosent í lønarhækking í trý ár

Fáa 10 prosent í lønarhækking í trý ár
Felagið føroyskir sjúkrarøktarfrøðingar og Fíggjarmálaráðið tóku í gjár undir við semingsuppskoti frá Semingsstovninum
Umsíðuir eydnaðist at gera semju. Ruth Vang og Óluva í Gong, tá tær høvdu skrivað undir nýggja lønarsáttmálan.
Mynd: Felagið føroyskir sjúkrarøktarfrøðingar  
 
15.11.2023 - 08:17

Verkfallið hjá sjúkrarøktarfrøðingunum er liðugt.

Tað vardi í seks vikur og ein dag.

Í gjárkvøldið tóku felagið og Fíggjarmálaráðið undir við einum semingsuppskoti frá Semingsstovninum.

Og Ruth Vang, landsstýriskvinna, og Óluva í Gong, forkvinna í Felagnum føroyskir sjúkrarøktarfrøðingar, skrivaðu undir semju um trý ára sáttmála, sum er galdandi til 31.desember 2025.

Felagið føroyskir sjúkrarøktarfrøðingar kunnger í morgun, at allir limir felagsins skulu møta til arbeiðis sum vanligt frá í morgun klokkan sjey.

 

Sløk 10 prosent í lønarhækking

- Hetta hava verið drúgvar, truplar og strævnar samráðingar, sigur Terje Sigurðsson. Men nú var tíðin búgvin, snøgt sagt, sigur hann.

Í lønartalvu, sum er galdandi frá 1.januar í ár, hækka øll lønarstig 3,80 prosent.

1.januar 2024 hækka øll lønarstig 4,04 prosent, og 1.januar 2025 hækka øll lønarstig 2,15 prosent.

Lønarhækkingin er 9,99 prosent.

Lønartalvan hevur 15 lønarstig. 5,50 prosent eru millum hvørt lønarstig. 

Les semjuna her.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mánadag 9. november
RagnarRokk: Morten Toft Hansen um Prisoner
215801
Mánadag 9. november
Møti hjá Brøðrasamkomuni við Tjarnir
216106
Sunnudag 8. november
Guðstænasta í Viðareiðis kirkju
216081
Sunnudag 8. november
Filosofiskur 7. partur
216049
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 8. november
Bygdarlív 3 - Skálavík
216096
Sunnudag 8. november
Hondbóltur: Montenegro - F'øroyar
216095
Sunnudag 8. november
Møti hjá Heimamissiónini við Tjarnir
216089
Sunnudag 8. november
Andaktin við Anju Bjerkenes
216083