Til India at fáa íblástur

Til India at fáa íblástur
Stjórin í Elektron er millum teirra, sum í hesum døgum eru á vinnuferð í India saman við løgmanni
Tilsamans níggju umboð fyri føroyskar vinnufyritøkur eru í hesum døgum í India. Her eru tey avmyndað saman við løgmani.
Mynd: Løgmansskrivstovan  
 
21.11.2023 - 17:00

- Vit kunnu heilt vist fáa íblástur í India, og koma aftur til Føroya við hugskotum og møguleikum. 

Tað sigur Ulla Joensen, stjóri í Elektron, sum er farin til New Delhi í India á vinnuferð við løgmanni. 

 

Ulla Joensen er stjóri í Elektron og forkvinna í KT-felagnum. 

 

Á ferðini umboðar hon bæði Elektron og KT-felagið, har hon er forkvinna.

Ulla Joensen sigur, at hon fyrst og fremst er farin til India at fáa íblástur:

 

21112023_Ulla_1

 

Í morgin verður sjálv ráðstevnan, har føroysku fyritøkurnar eisini vera við.  

Ulla Joensen heldur, at tað hevur týdning at møtast andlit til andlits:

 

21112023_Ulla2_1

 

Aksel V. Johannesen, løgmaður, hitti í dag indiska uttanríkismálaráðharran, Dr. S. Jaishankar. Í morgin fer løgmaður at hava fund við indiska handilsmálaráðharran, Piyush Goyal, og stjóran í indiska vinnuhúsinum. (Mynd: Løgmansskrivstovan)

 

Løgmansskrivstovan og Vinnuhúsið hava í felag lagt til rættis vinnuferðina.

Umframt løgmann eru tilsamans níggju umboð fyri føroyska vinnulívið.

 Endamálið við ferðini er at knýta sambond millum føroyskt og indiskt vinnulív, eitt nú innanfiskivinnu, alivinnu og KT.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Týsdag 10. november
Áin (brot)
216037
Mánadag 9. november
Norðurljóð 9.november 2026
215023
Mánadag 9. november
Meðan dunnurnar eta breyð
216036
Mánadag 9. november
RagnarRokk: Morten Toft Hansen um Prisoner
215801
Mánadag 9. november
Møti hjá Brøðrasamkomuni við Tjarnir
216106
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 8. november
Bygdarlív 3 - Skálavík
216096
Sunnudag 8. november
Hondbóltur: Montenegro - F'øroyar
216095
Sunnudag 8. november
Møti hjá Heimamissiónini við Tjarnir
216089
Sunnudag 8. november
Andaktin við Anju Bjerkenes
216083