Eingir pengar til nýtt vaktarskip

Eingir pengar til nýtt vaktarskip
Í 2025 eru fýra milliónir settar av til projektering
Tjaldrið, sum her sæst á sleipistøð í Havn, verður 50 ár um tvey ár.
 
22.11.2023 - 08:26

Eingir pengar eru í 2024 til nýtt skip fyri Tjaldrið.

Men arbeitt verður við málinum. Og í 2025 eru fýra milliónir settar av til projektering.

Tað sigur Dennis Holm, landsstýrismaður, í svari til fíggjarnevndina. 

Ein annar møguleiki er at útvega annað skip fyri Tjaldrið.

Tjaldrið verður 50 ár um tvey ár.

Hóast skipið er væl røkt, so gerst vandin fyri, at brek endaliga leggur skipið, størri hvønn dag, sigur Fiskimálaráðið.

 

Donsku vaktarskipini eru meira enn 30 ára gomul, men ætlanin er, at tey skulu halda í minsta lagi 15 ár aftrat. (Savnsmynd)

 

Donsku verjuskipini eisini gomul

Ikki bara Føroyar hava gomul skip í vaktar- og bjargingartænastuni.

Tey fýra donsku skipini, Thetis, Triton, Vædderen og Hvidbjørnen, sum eru meira enn 30 ára gomul, skulu brúkast í minst 15 ár aftrat, ætlar verjan sambært einum uppriti, sum TV2 og Altinget Arktis hava fingið fatur í.

Sambært tí, vera pengar til nýggj skip ikki fyrr enn árini 2031 til 2037.

Men til tá verða settar av 1,3 milliardir krónur til at viðlíkahalda tey, sum nú eru, so tey halda í minsta lagi 15 ár aftrat.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Leygardag 3. oktober
Plátupanelið #42 (1996)
214225
Leygardag 3. oktober
26. Jambalaja - 031026
214221
Leygardag 3. oktober
Upp á tá - 021026
214219
Fríggjadag 2. oktober
Vikuskiftið 2 okt 2025
214203
Fríggjadag 2. oktober
LEITISSTEIN 02.10.2026 (Lea Eyðbjørg)
214191
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 7. oktober
Gylta gullið (5:5)
25040
Fríggjadag 2. oktober
Pan-Arctic Vision 2026
214213
Fríggjadag 2. oktober
Dagur og vika - teknmálstulkað
214162
Fríggjadag 2. oktober
Veðrið
214189
Hósdag 1. oktober
Veðrið
214115