Landsstýrið fyrireikar veðurlagslóg

Landsstýrið fyrireikar veðurlagslóg
Uppskotið verður lagt fram eftir jól, sigur landsstýriskvinnan í umhvørvismálum
Ætlanin er at seta fleiri tiltøk í verk aftrat teimum, sum longu eru sett í verk, sigur landsstýriskvinnan í umhvørvismálum. (Savnsmynd)
 
22.11.2023 - 10:26

Nýggj frágreiðing frá umhvørvisstovni undir ST staðfestir, at skulu vit skulu røkka málinum í París-avtaluni, um at miðalhitin á jørðini ikki skal hækka meira enn 1,5 stig í 2030, skal útlátið frá vakstrarhúsgassum minka 42 prosent fyri 2030. 

Ingilín Didriksen Strøm, landsstýriskvinna í umhvørvismálum, sigur, at landsstýrið arbeiðir við uppskoti um veðurlagslóg, og tað verður lagt fyri tingið eftir jól.

 

Ingilín Didriksen Strøm er landsstýriskvinna í umhvørvismálum. 

 

- Vilja gera mun og minka útlátið, noyðast vit seta okkum bindandi mál, sigur hon.

Landsstýriskvinnan sigur eisini, at ætlanin er at seta fleiri tiltøk í verk aftrat teimum, sum longu eru sett í verk, til 2030.

Sí innslag í Degi og viku:

 

20231121_VEDURLAGSLOG_AVEG

 

Veðurlagslagsráðstevnan hjá ST, COP28, verður frá 30. november.

Ingilín Strøm, landsstýriskvinna í umhvørvismálum, verður eisini á ráðstevnuni. 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Leygardag 3. oktober
Plátupanelið #42 (1996)
214225
Leygardag 3. oktober
26. Jambalaja - 031026
214221
Leygardag 3. oktober
Upp á tá - 021026
214219
Fríggjadag 2. oktober
Vikuskiftið 2 okt 2025
214203
Fríggjadag 2. oktober
LEITISSTEIN 02.10.2026 (Lea Eyðbjørg)
214191
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 7. oktober
Gylta gullið (5:5)
25040
Fríggjadag 2. oktober
Pan-Arctic Vision 2026
214213
Fríggjadag 2. oktober
Dagur og vika - teknmálstulkað
214162
Fríggjadag 2. oktober
Veðrið
214189
Hósdag 1. oktober
Veðrið
214115